U18 EM undankapping í Írlandi 13.-15. januar 2026
Stroyming, dystarskrá og úrslit

Smálandakapping (SCA) í Írlandi / EM 2026 undankapping

 

Stroyming á Youtube-kanalini hjá Írska Flogbóltssambandinum:
https://www.youtube.com/@VolleyballIrelandVLY

Facebook hjá írska flogbóltssambandinum:

https://www.facebook.com/VolleyballIreland​

Hjá U18 dreingjunum spæla øll liðini ímóti hvør øðrum. Tey eru umframt Føroyar Ísland, Írland, Norðurírland og Skotland. 

Vinnarin av kappingini kvalifiserar seg til sjálvt EM-endaspælið í Italia, sum verður frá 7. til 18. juli.

Nr. 2 í kappingini skal til enn eina undankapping, sum verður 26. til 29. mars. Staðsetingin fyri ta undankappingina er ikki ásett enn.

 
Hjá U18 gentunum eru Føroyar í bólki saman við Liktinstein og Íslandi. Í hinum bólkinum eru Írland, Norðurírland og Skotland. 

Vinnarin av kappingini kvalifiserar seg til sjálvt EM-endaspælið, sum verður í Lettlandi og Litava 1. - 12. juli 2026.

Nr. 2 í kappingini skal til enn eina undankapping, sum verður 26. til 29. mars 2026. Staðsetingin fyri ta undankappingina er ikki greið, fyrr enn vissa er fyri, hvørji lið verða við.


Dystarskráin:

Mánadagin 12. januar:
Kl. 11:00 - U18 kvinnur:
Føroyar - Liktinstein 3-0 (25-14, 25-12, 25-21)

Kl. 13:30 - U18 kvinnur:
Norðurírland - Skotland 0-3 (19-25, 22-25, 14-25)

Kl. 13:30 - U18 menn:
Ísland - Skotland 3-0 (25-18, 25-23, 25-17)

Kl. 17:00 - U18 kvinnur:
Ísland - Føroyar 3-1 (25-22, 29-31, 25-20, 25-13) 

Kl. 17:00 - U18 menn:
Írland - Norðurírland 1-3 (21-25, 25-17, 25-18, 25-20)

Kl. 19:30 - U18 kvinnur:
Írland - Norðurírland 1-3 (27-29, 31-29, 12-25, 23-25)

Kl. 19:30 - U18 menn:
Føroyar - Skotland 3-1 ((25-20, 25-16, 17-25, 25-22)

--------------------------

Týsdagin 13. januar:
Kl. 11:00 - U18 menn
Írland - Føroyar 3-2 (19-25, 19-25, 25-22, 25-18, 15-10)

Kl. 11:00 - U18 menn:
Ísland - Norðurírland 3-0 (25-10, 25-11, 25-12)

Kl. 13:30 - U18 kvinnur:
Írland - Skotland  2-3 (25-23, 14-25, 25-10, 16-25, 12-15)

Kl. 13:30 - U18 kvinnur:
Ísland - Liktinstein 3-0 (25-15, 25-06, 25-13)

Kl. 17:00 - U18 menn:
Írland - Skotland 3-2 (25-20, 16-25, 25-19, 15-25, 15-12)

Kl. 17:00 - U18 menn:
Føroyar - Norðurírland 3-1 (21-25, 25-16, 25-16, 25-20)

Kl. 19:30 - U18 kvinnur:
Hálvfinala:
Norðurírland - Ísland 0-3 (05-25, 09-25, 10-25)

Kl. 19:30 - U18 kvinnur:
Hálvfinala: 
Føroyar - Skotland 3-1 (16-25, 25-20, 25-22, 25-15)

--------------------------

Mikudagin 14. januar

Kl. 11:00 - U18 menn:
Ísland - Føroyar 3-0 (25-23, 25-11, 25-09)

Kl. 11:00 - U18 kvinnur:
Dystur um 5./6. pláss
Írland - Liktinstein 3-1 (25-14, 25-21, 20-25, 25-12)

Kl. 13:30 - U18 menn:
Skotland - Norðurírland 3-0 (25-15, 25-22, 25-14)

Kl. 13:30 - U18 kvinnur:
Bronsudystur
Skotland - Norðurírland 3-0 (25-17, 25-22, 25-16)

Kl. 17:00 - U18 menn:
Írland - Ísland 0-3 (21-25, 16-25, 15-25)

Kl. 17:00 - U18 kvinnur:
Finala
Føroyar - Ísland 1-3 (25-17 12-25 21-25 17-25)


Endaliga støðan í kappingini:

U18 gentur:
Nr. 1 Ísland 
Nr. 2 Føroyar
Nr. 3 Skotland
Nr. 4 Norðurírland
Nr. 5 Írland
Nr. 6 Liktinstein

Sum vinnari av kappingini er Ísland kvalifiserað til EM endaspælið, sum verður í Lettlandi og Litava 1. - 12. juli 2026.
Sum tvey´ari hava Føroyar kvalifiserað seg til nýggja undankapping, sum verður 26. til 29. mars 2026 (óvist hvar).

U18 dreingir:
Nr. 1 Ísland
Nr. 2 Írland
Nr. 3 Føroyar
Nr. 4 Skotland
Nr. 5 Norðurírland


Dreymaliðini:

U18 gentur:
Hjá Føroyum komu Anna Katrina í Haraldstovu (SÍ), Josefina Fjallsbak (SÍ), Edna Henriksen (SÍ) á dreymaliðið saman við fýra íslendskum gentum.

U18 dreingir:
Hjá Føroyum kom Magnus Højgaard úr Ternuni á dreymaliðið saman við trimum úr Íslandi, tveimum úr Írlandi og einum úr Skotlandi.