Frásøgn frá U18-dreingjunum í EuroVolley 2022 undankappingini
Dagur 1 - ein misjavnur dagur
Eftir eitt sindur av seinking við flogfari og bíðan eftir viðføri, komu vit loksins fram til høllina, har vit høvdu okkara fyrstu venjing frá 20.00-21.00, og so var klárt at tjekka inn á hotellið, sum vit gista á.
Hotellið er hugnaligt og staðsetingin í lagi. Vit koyra í 5 min. fyri at koma fram til høllina, har sum dystirnir verða leiktir. Eftir fyrstu venjingina var klárt at fara til songar, tí tað lá ein rúgvismikil dagur fyri framman. Ein dyst móti Norra kl. 12 og ein dyst móti Íslandi kl. 18, so tað var ikki nógv hvíld millum dystirnar
Dagur 2
Føroyar - Norra
Fyrsti dysturin gekk stutt sagt ikki sum ætlað. Vit vónaðu og væntaðu at kunna bjóða Norra upp til dans, men vit funnu ongantíð stevið. Óheppið, tí fyrireikingarnar vóru góðar. Vit høvdu videobrot av norsku leikarunum, og vit høvdu eina greiða ætlan um, hvussu vit skuldu leika dystin.
Nakað av nervum var millum leikararnar, og teir tóktust stirvnir. Áðrenn vit vita av, er støðan 0-5, og teir hava lobbað tvær ferðir í gólvið hjá okkum, uttan at vit geva tí serligan ans. Time out. Vit royna at rætta uppá støðuna, men tað gongur striltið. 1. settið endar við, at Norra vinnur 25-14. 2. settið gongur enn og verri, og vit tapa stórt – 25-11 til Norra. Vit fáa nakað av uppreisn í 3.setti, men vit eru ikki í nær námind av at hótta Norra. Triðja settið gevur 17 stig til okkara, og Norra fær 25.
Statistikkurin sigur okkum, at í móttøku standa vit ikki nógv aftanfyri Norra, men vit hava serliga trupult við at finna loysnina í álopi, og somuleiðis tá Norra leypur á. Ein greiður 0-3 ósigur. Best hevði verið, um hesin ósigurin fór í gloymibókina.
Vit lovaðu okkum sjálvum, at tá Ísland stóð hinumegin netið, skuldi spæligleðin finnast fram aftur, og hugburðurin til hendan dystin skuldi broytast! Og tað var sanniliga eitt annað úttrykk, sum okkara leikarar komu við til seinna dystin.
Føroyar - Ísland
1. settið tók bert 20 min. at leika, og vit vinna greitt 25-11. Í 2. setti gera vit heilar 3 útskiftingar í mun til byrjanaruppstillingina í fyrra setti, men tað gleðiliga er, at vit hava enn tamarhald á dystinum hóast útskiftingarnar. Vit seta okkum beinanveg á dystin, og hóast fleiri feilir frá okkara leikarum hesaferð, so vinna vit settið nokk so trygt 25-19.
Meðan steðgur er til 3. sett skal byrja, tosa vit um, at vit mugu betra um støðið hjá okkum. Tað megna vit eisini. 3. sett gongur væl, og sigurin var ongantíð í vanda. 25-13 til okkara og samanlagt ein knúsandi 3-0 sigur.
Vit kunnu fegnast um, at allir leikarar fingu spælitíð, og seks av hesum leikarum spældu fyri fyrstu ferð á ungdómslandsliði, og allir megnaðu at skava okkum stig – flott! Talan er um Hanus, Vuc, Róar, Harry, Heðin og Einar. Til lukku til teirra við fyrsta landsdystinum og fyrstu stigunum.
Samanumtikið ein dagur við upp og niðurtúrum. Vit vóru serliga skuffaðir eftir fyrsta ósigurin, men vit reistu okkum flott aftur, so dagurin endaði væl.
Hesir fingu sínar fyrstu minuttir á landsliðinum. Frá vinstru Harry, Heðin, Vuc, Hanus, Einar og Róar.
Dagur 3
Føroyar - Finnland
Tað er bert tann eini dysturin á skránni, men mótstøðan er øgilig. Finland bíðar hinumegin netið, og teir eru styrkismettir sum nr. 1 til hesa kapping. Teir hava vunnið allar sínar dystir og eru klárt besta liðið í kappingini. Men vit ætlaðu at spæla við øllum, sum vit áttu, og vita hvussu langt tað bar.
Mangan tykist tað sum um, at harðari mótstøðan er, betri spæla vit. Og tað var sjón fyri søgn. Vit spæla væl – til tíðir tað besta flogbóltspælið, sum vit hava víst higartil, hóast vit taptu 0-3. Vit eru ágrýtnir í bæði verju og álopi, og eitt hissini smíl og flenn vísir seg eisini, tá vit vinna bóltarnar. Eitt greitt tekin um, at leikarar hugna sær og eru ikki so stirvnir, sum í gjár. Men takið ikki feil. Vit taka uppgávuna í størsta álvara. Vit vilja fegnir gera flogbólts-Føroyar stoltar, og vit meta, at vit kunnu halda høvdið høgt eftir dagsins avrik.
Serliga 1. og 2. sett vóru okkum góð. Vit spæla við góðum og væl flótandi álopsspæli, meðan móttøkurnar eru góðar sum heild, júst sum í dystinum móti Norra. Bóltarnir verða fordeildir væl millum ymisku álopsbogarnar hjá okkum, og statistikkurin fortelur okkum, at Filip Simonsen á diagonalinum og Filip Ilic á kantinum ,vóru teir, ið skavaðu okkum flest stig í álopspartinum. Í hinum endanum er Silas Poulsen, okkara libero, altíð ein tryggur skansi í verjupartinum við sínum góðum móttøkum.
1. settið endar við úrslitinum 17-25, men vit eru eitt sindur betri við í 2. setti, sum endar við 19-25. í 3. setti vísir tað seg, at luftin er farin nakað úr ballónini, og vit tapa 15-25.
Samanumtikið er avrikið væl góðtikið. Finnar eru, sum áðurnevnt, klárt besta liðið í kappingini. Ein kann bert ímynda sær, um vit ikki kundu vunnið Norra, við tí spælinum vit vístu í dag, men lítið nyttar at dvølja í tí, sum farið er. Vit eru ernir av avrikinum hjá leikarunum í dag og eru spentir til dystin móti Danmark í morgin, sunnumorgunin. Ein trupul uppgáva, tí Danmark er styrkismett sum nr. 2, og teir góvu Finnlandi skarpan gang í einum 5-settara teirra millum. Men vit ætla at vísa flogbóltsáhugaðum í Føroyum, at tað er dugur í okkum!
Meira verður helst at frætta frá okkum aftur einaferð eftir dystin sunnudagin ímóti Danmark - kanska seint sunnukvøldið.
Heilsan
Jónley (liðleiðari), Cristian (høvuðsvenjari) og Rógvi (hjálparvenjari)