U19 kvinnur til EM

Føroyska U19 kvinnulandsliðið í flogbólti fer í døgunum 28. apríl til 2. mai at spæla við í EM-kapping í Liktenstein.

Til samans skulu føroysku venjararnir Romica Øster og Jákup Villiam Siversen leiða liðið ígjøgnum 4 dystir hesar dagarnar.

Umframt Føroyar eru liðini í bólkinum Luksemborg, Liktenstein, Skotland og Wales.

Liðið skal spæla sín fyrsta dyst sunnudagin 29. apríl ímóti Skotlandi klokkan 12.00 føroyska tíð.


Føroyar hava fyrr fingið góð úrslit ímóti hesum liðum. Í apríl 2016 spældi føroyska U19 liðið dyst ímóti Luksemborg í Edinburg, og tá gjørdist úrslitið ein 3-2 sigur til Luksemborg við settúrsitunum 25-8, 23-25, 23-25, 25-22 og 15-9. Her er ein "heimavideo" frá javnbrótaranum á Youtube

Í somu kapping spældu Føroyar eisini ímóti Skotlandi, og serliga tvey tey fyrstu settini vóru jøvn, hóast at liðið tapti 3-0: 27-29, 24-26 og 17-25. Í fyrsta settinum vóru Føroyar langar løtur væl á odda - t.d. førdu Føroyar 23-14. Men so kolapsaði alt, og Skotland javnaði til 23-23. Føroyar høvdu tó settbólt við støðuna 26-25, men taptu kortini settið 27-29.