Sára Rannváardóttir Vatnhamar besti libero
Eftir at seinasti dysturin í EM-kappingini varð leiktur í Schaan í Liktenstein í gjárkvøldið millum Liktenstein og Luksemborg, sum Luksemburg vann 3-0, var hátíðarløta, har bestu leikararnir vóru kosnir.
Undir hesi hátíðarløtuni varð almannakunngjørt, at Sára Rannváardóttir Vatnhamar, Fleyr, varð kosin besti libero í kappingini.
Sára hevur havt eina sera góða kapping, og hevur verið viðvirkandi til, at Føroyar kláraðu at vinna seg fram á 2. plássið í kappingini.
Føroyar spældu 4 dystir og vunnu 3-1 á Skotlandi og 3-0 á Liktenstein og Wales, men tapti 3-1 fyri Luksemborg.
Endaliga støðan í kappingini gjørdist:
1 Luksemborg
2 Føroyar
3 Skotland
4 Liktenstein
5 Wales
Føroyska ferðalagið verður aftur í Føroyum í dag.