Vundu burtur úr Liktenstein 3-0. Samrøður frá Rás2 og 100+ myndir
Mynd: Hesar vunnu greitt á Liktenstein í morgun; frá vinstru Sára Rannváardóttir Vatnhamar, Petra Sunadóttir Hansen og Hanna Iansdóttir Biskopstø
Ikki kann sigast annað, enn at føroyska liðið var vaknað, tá tær í morgun klokkan 9 spældu fyrsta dystin í Liktenstein ímóti vertunum.
So, um tær fingu armarnar niður í gjár, tá tær taptu ímóti Luksemborg 3-1, so eru armarnir komnir upp aftur í morgun!
Liktenstein fekk ikki eitt bein til jørðina, og føroysku U19 kvinnunar vunnu greitt øll settini: 25-15, 25-10 og 25-14. Liðið liggur nú á 2. plassi við 6 stigum við sigrum á Skotlandi og Liktenstein.
Rás2 samrøður
Sára Maria Johansen, Eva Gunn Niclasen (á myndini), Jákup William Sivertsen, hjálparvenjari og Andreas R. Zachhau, hagtalsmaður, settu á Rás2 orð á tað sum hendi tíðliga i dag. Hetta hoyrir tú á in.fo her!
Kl. 15.00 týsdagin skulu Føroyar spæla seinasta dystin í kappingini - hesin er ímóti Wales, sum higartil einki sett hevur vunnið í kappingini.
Ein annar avgerandi dystur varrð spældur á middegi, tá Luxemborg vann 3-1 á Skotlandi, eftir at Skotland vann fyrsta settið so mikið sum 25-12. Skotland førdi eisini seint í øðrum setti, men tapti 25-21. Søgan var tann sama í triðja setti, sum Liktinstein vann 25-19. Í fjórða setti hevði Skotland júst bart seg upp á javnt aftur, áðrenn Liktinstein sprakk avstaðaftur og vann 25-20. Úrslitið hevur við sær, at Luksemborg vinnur kappingina. Og tað merkir eisini, at iila skal gangast í hond, um Føroyar ikki skulu vinna annaðplássið í kappingini.
Rás 2 sigur beinleiðis frá dystinum ímóti Wales kl. 15 í dag og hoyrist umvegis internetið á www.midlar.fo, ella gjøgnum útvarpslurtið á frekvensunum FM 88,7; FM 91,7; FM 95,9 og FM 98,7.
Stroyming:
Eisini ber til at fara inn á Facbook-vangan hja flogbóltssambandinum í Liktinstein, har dysturin eisini verður vístur (ikki í bestu góðsku).
Alt annað viðkomandi fyri kappingina finnur tú á heimasíðinu hjá CEV her, t.d livescore, hagtøl, úrslit/støður, dystarskrá o.a.