Vunnu 3. settið móti Luksemborg.
Samrøður við Barbaru Káradóttir Durhuus og Hildu Bolstad Mortensen og 100 myndir

Mynd: Eftir dystin ímóti Luksemborg; frá vinstru: Barbara Káradóttir Durhuus, Malan Maria í Haraldstovu Weihe og Hilda Bolstad Mortensen.

Føroysku flogbóltsgenturnar vunnu triðja settið móti Luxembourg í dag heili 25-14, og í øðrum settið vóru tær á odda 23-20, men taptu tepurt 26-24 - eitt sett, sum tær føroysku genturnar ikki áttu at mist á gólvið - men feilir gjørdu at tær taptu hetta.

Eins og í gjár, so komu genturnar illa frá byrjan í fyrsta settinum og komu afturút við seks stigum, men miðskeiðis í settinum komu tær upp á javnt aftur, men taptu settið 25-20.

Seinasta settið taptu fær 25-19, eftir at støðan hevði verið 11-11, og harvið taptu Føroyar dystin 3-1.
 

Samrøður á Rás2
Eftir dystin prátaði Óli G. Samuelsen frá Rás2 við Barbaru Káradóttir Durhuus og Hildu Bolstad Mortensen, ið vóru vónbrotnar um, at fyrsta plássið allarhelst er rokið. Tær báðar undirstrika tó, at føroyska liðið fer at stríðast fyri at gerast minst nummar tvey í kappingini. Hoyr hetta inni á in.fo her!

100 myndir á Facebook her!
 

 

Týsdagin skulu Føroyar spæla tveir dystir. Tann fyrri byrjar klokkan 9.00 og verður ímóti Liktinstein og klokkan 15.00 spæla Føroyar seinasta dystin ímóti Wales. Við at vinna hesar dystirnar, kann føroyska liðið fáa 2. plássið í kappingini, tí roknað verður við, at Luksemborg eisini vinnur á Skotlandi í morgin.

Rás 2 sigur beinleiðis frá dystunum í morgin og hoyrist umvegis internetið á www.midlar.fo, ella gjøgnum útvarpslurtið á frekvensunum FM 88,7;  FM 91,7;  FM 95,9  og  FM 98,7.

Eisini ber til at fara inn á facbook-vangan hja flogbóltssambandinum í Liktenstein, har dysturin eisini verður vístur.