U19 EM: Vunnu 3-1 á Skotlandi (47 myndir)
Mynd: Tveir sera fegnir leikarar eftir dystin í dag; Jakobina Joensen, KÍF, vinstrumegin og Inga Helena Henriksen, SÍ, høgrumegin
Hóast eina katastrofala byrjan, har Føroyar komu afturút 8-0 móti Skotlandi í fyrsta setti, so vann U-19 landsliðið hjá kvinnum 3-1 á skotum.
Fyrsta settið vunnu skotar 25-21, eftir at Føroyar vunnu seg nógv inn aftur í dystin eftir vánaligu byrjanina.
Annað settið tóku Føroyar 25-21, og sama uppskrift varð brúkt í øðrum setti, hóast Føroyar vóru aftanfyri stóran part av settinum.
Triðja settið gjørdist sera spennandi, eftir at liðini fylgdust frá 17-17 og skiftust um at verða frammanfyri - men Føroyar vunnu 27-25.
Seinasta settið var rein uppvísing frá Føroyum. Hetta settið endaði 25-14, og harvið hava Føroyar tryggjað sær fyrstu stigini í kappingini.
Jákup Villiam Sivertsen, hjálparvenjari, sigur, at samanumtikið var føroyska liðið betri enn tað skotska, men at spælararnir vóru sera nervøsir við byrjan á fyrsta settinum.
Næsti dystur hjá Føroyum verður í morgin mánadagin klokkan 15.00 móti Luxemborg, sum verður mett at verða eitt tað sterkasta liðið í bólkinum.
Rás2 segði beinleiðis frá dystinum.
Hoyr her hvussu tað ljóðaði tá Óli G. Samuelsen á Rás2 segði frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fýra settunum. Hanna Helena Weihe Simonsen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.
Og hoyr her samrøðurnar Óli gjørdi við Jakobinu Joensen, Ingu Helena Henriksen og Jákup William Sivertsen, venjara.
Inga Helena Henriksen gjørdist besti móttøkuleikari í dystinum í dag sambært statistikkinum hjá CEV. Hon hevði 37 % perfektar móttøkur. Nr. 2 var Sára Rannváardóttir Vatnhamar, sum hevði 30 %, meðan Hilda Bolstad Mortensen var á einum 5 plássi við 7 %.
Sára Maria Johansen gjørdist besti blokkleikari í dystinum í dag sambært statistikkinum hjá CEV. Hon hevði 4 perfektar blokkar.
Týsdagin spælir liðið tveir dystir. Tann fyrri byrjar klokkan 9.00 týsmorgun og verður ímóti Liktinstein. Klokkan 15.00 týsdagin spæla Føroyar seinasta dystin ímóti Wales.
Á føroyska liðnum eru:
Úr Fleyr:
Hanna Iansdóttir Biskopstø
Barbara Durhuus
Hilda Bolstad Mortensen
Sára Rannváardóttir Vatnhamar
Úr Drátti:
Petra Sunadóttir Hansen
Úr TB:
Sára Maria Johansen
Úr KÍF:
Elsa Samuelsen
Jakobina Joensen
Úr SÍ:
Malan Maria í Haraldstovu Weihe
Turið Búadóttir
Inga Helena Henriksen
Eva Gunn Niclasen
Føroysku venjararnir eru: Romica Øster og Jákup Villiam Sivertsen