Smurdu Wales av 3-0 - silvurið heima. Samrøður frá Rás2 og 62 myndir
EM-landsliðið helt fram, har tað slepti í morgun og vann seinasta dystin 3-0.
Føroysku kvinnurnar løgdu fyri sum eitt ódnarveður og vunnu fyrsta settið heili 25-4, eitt sera væl leikt sett uttan nakrar feilir, og samstundis tað sum er vunnið við størsta málmuni í kappingini.
Næsta settið var eitt sindur trivlandi aftaná stórsigurin í 1. setti, og liðini fylgdust upp til 16-16 - sum oftast við Wales frammanfyri. Men so setti føroyska liðið propp í og vann 25-18.
Í triðja settinum tóku føroyska spælararnir seg saman og vunnu 25-15 og harvið dystin 3-0.
Og silvurið er komið upp á pláss.
Mynd: Frá vinstru Turið Búadóttir og Eva Gunn Niclasen eftir at silvurið er komið í hús
Rás2 samrøður
Hoyr samrøðurnar Óli G. Samuelsen á Rás2 gjørdi við Turið Búadóttir og Sáru Vatnhamar. Hoyr eisini samrøðurnar Óli gjørdi við Honnu Helenu Weihe Simonsen og føroyska hagtalsmannin Andreas L. R. Zachau. Alt hetta hoyrir tú á in.fo her!
Nú verður bíðað í spenningi eftir dystinum, sum Luksemborg skal spæla ímóti Liktenstein klokkan 18.00 í kvøld, tí teoretiskt kunnu Føroyar enn vinna gullið, men tað krevur, at Liktinstein vinur 3-0 ella 3-1. Vit vænta tað ikki, men liva í vónini... Tann dysturin verður stroymdur á Facbook-síðuni hjá flogbóltssambandinum í Liktinstein (ikki í bestu góðsku).
Harafurat er livescore á hesum leinki.
Alt annað viðkomandi fyri kappingina finnur tú á heimasíðinu hjá CEV her, t.d hagtøl, úrslit/støður, dystarskrá o.a.