U19, gentur: Endaðu á 6. plássinum
U19 genturnar, sum hesa vikuna hava tikið lut í evropeiskari kapping í Onglandi, hava dag spælt sín seinasta dyst í kappingini. Hesin var um 5. plássið ímóti Íslandi.
Innleiðandi spældu Føroyar eisini ímóti Íslandi, og tá vunnu føroysku genturnar 3-1 í einum jøvnum og spennandi dysti.
Men í dag gekst ikki eins væl. Í dag var var tað Ísland, sum vann 3-1. Ísland vann fyrsta settið 25-19, men so komu føroysku genturnar sterkt aftur, og vunnu hetta sera spennandi settið 26-24, eftir at hava verið aftanfyri 21-11!
Eisini triðja settið var javnt, men Ísland dróg longra stráðið og vann 25-22 - og so støðgaði alt upp hjá Føroyum, og tær taptu stórt - 25-12 - og harvið dystin 3-1.
Føroyska landsliðið endaði sostatt nr. 6 í kappingini - aftanfyri Ísland.
Nr. 3 gjørdist Noreg, sum vann 3-2 á Onglandi í bronsudystinum.
Sum hjá monnunum var eisini kvinnufinalan millum Danmark og Svøríki. Og eins spennandi gjørdist hon. Eftir at svensku kvinnurnar høvdu vunnið fyrstu tvey settini, kom Danmark afturíaftur og vann dystin 3-2.
Finala: Svøríki - Denmark 2-3 (25-19, 26-24, 11-25, 19-25, 13-15)
Føroyska U19 landsliðið verður aftur í Føroyum í annaðkvøld við Atlantic Airways.
Leikararnir á føroyska liðnum í dag vóru:
Sára Maria Johansen, TB
Hanna Iansdóttir Biskupstø, Fleyr
Hilda Bolstad Mortensen, Fleyr
Petra Sunadóttir Hansen, Dráttur
Elsa Samuelsen, KÍF
Anna Sunadóttir Hansen, Dráttur
Kristina Østerø Knudsen, Fleyr
Sharon Thora Holm Haynes, TB
Inga Helena Henriksen, SÍ
Bettý Eyð Ellingsgaard, Fleyr
Jórunn Elisdóttir Wang, SÍ
Joan Marsten, Mjølnir
Venjarar:
Kristian Mikkelsen
Jákup Fjalsbak
Liðleiðari: Herrid Maja Henriksen