U19 gentur: Vunnu á Íslandi
U 19 genturnar, sum eru í evropeiskari kapping í Onglandi í hesum døgum, vunnu í dag 3 – 1 á Íslandi.
Tær komu ikki væl frá byrjan og taptu fyrsta settið 18-25, men so kom vend í, hóast tað gjørdist sera spennandi og javnt.
Føroyar vunnu øll hini settini við bert tveimum stigum á muni: 25-23, 26-24 og 25-23. Eitt stórt bragd hjá føroyska liðnum og føroysku venjarunum Kristiani Mikkelsen og Jákupi Fjallsbak.
Fyrr í dag leikti liðið í móti Norra, men tá taptu tær 3-0, við settmuninum 16-25, 13-25 og 14-25.
Føroyar gjørdust sostatt nr. 2 í bólkinum og skulu í morgin leygardagin leika fjórðingsfinalu ímóti nr. 3 í hinum bólkinum, sum gjørdist Ongland. Hesin dysturin byrjar klokkan 11.30.
Dysturin verður stroymdur her:
https://www.247.tv/live/volleyball/nevza-u19-international-championships
(Stroymingin kostar tó. Beinleiðs stroymingin frá hvørjum dysti kostar £5, og endursendingarnar kosta £2.50)