U19 kvinnurnar farnar til EM-kapping í Liktinstein.
Liðið úttikið
U19 landsliðið hjá kvinnum er í morgun farið av landinum ávegis til Liktenstein, har tær skulu vera við í eini EM kapping.
Liðini í bólkinum eru Liktenstein, Luksemborg, Skotland og Wales.
Fyrsti dysturin verður í morgin sunnudagin klokkan 12.00 ímóti Skotlandi.
Mánadagin klokkan 15.00 spæla Føroyar ímóti Luksemborg. Týsdagin spælir liðið tveir dystir. Tann fyrri byrjar klokkan 9.00 týsmorgun og verður ímóti Liktinstein. Klokkan 15.00 týsdagin spæla Føroyar seinasta dystin ímóti Wales.
Rás2 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum í morgin og hinum dystunum mánadagin og týsdagin.
Rás2 hoyrist umvegis internetið á www.midlar.fo, ella gjøgnum útvarpslurtið á frekvensunum FM 88,7; FM 91,7; FM 95,9 og FM 98,7.
Á youtube her er stutt samrøða við Elsu og Sáru Mariu beint áðrenn fráferð í morgun við Atlantic Airways.