U19 dreingir: Vunnu 5. plássið eftir sigur á Íslandi

U19 dreingirnir vunnu í dag 5. plássið í evropeisku flogbóltskappingin í Onglandi, sum teir hava verið við í síðani hósdagin.

Dysturin í dag um 5. plássið var ímóti Íslandi, og dreingirnir megnaðu at vinna dystin 3-1. Føroyar vunnu fyrsta settið 25-20, men taptu so tað næsta 20-25.

Men so kom vend í aftur, og Føroyar vunnu triðja settið 25-21, eins og teir smurdu Ísland av 25-14 í 4. og seinasta settinum 25-14.

Meginparturin at liðnum hevur eisini møguleika at spæla við komandi ár, so hetta eitt ungt lið, sum hevur verið við í kappingini, og tí verður vónað, at liðið fær betri úrslit komandi ár.

Nr. 3 í kappingini gjørdist Ongland, sum vann 3-0 á Noregi.

Dystin um gullið vann Svøríki 3-2 á Danmark, eftir at Danmark hevði vunnið fyrstu tvey settini.
Finala: Svøríki - Danmark 3-2  (21-25, 21-25, 25-23, 25-22, 15-12).
 

Føroysku U19 dreingirnir verða aftur í Føroyum í annaðkvøld við Atlantic Airways.

Leikararnir í dystinum í dag vóru:
Niels Niclasen, Fleyr
Ingolvur Eyðunsson Olsen, ÍF
Hjørtur Sólstein, ÍF
Ari í Haraldstovu Petersen, SÍ
Ragnar Weihe, SÍ
Hjørtur Joensen, SÍ
Jón Weihe Simonsen, SÍ
Oddur í Haraldstovu Petersen, SÍ
Dávið Hentze, Mjølnir
Hákun Weihe Heinason, Fleyr
Jónfinnur Jógvansson Hansen, Fleyr
Julian Vest Niclasen, SÍ

Venjarar:
Rajko Petrovic
Hans Simonsen

Liðleiðari: Hanna Helena Weihe Simonsen