U19 dreingir: Taptu fjórðingsfinaluna fyri Onglandi
U19 dreingirnir, sum eru í evropeiskari kapping í Onglandi í hesum døgum, hava í morgun spælt fjórðingsfinalu ímóti Onglandi.
Tað gekst ikki eins væl sum í gjár, tá teir vunnu eitt sett ímóti Noregi - í dag taptu teir 3-0 við settúrslitunum 25-12, 25-18 og 25-16.
Liðið skal spæla ein dyst afturat í kappingini. Tann dysturin eru um 5. plássið og verður ímóti Íslandi sunnumorgunin kl. 10.00.
Allir dystir verða stroymdir á:
https://www.247.tv/live/volleyball/nevza-u19-international-championships
(Stroymingin kostar tó. Beinleiðs stroymingin frá hvørjum dysti kostar £5, og endursendingarnar kosta £2.50)