U19 dreingir: Tóku sett frá Norra
U19 dreingirnir, sum eru í evropeiskari kapping í Onglandi í hesum døgum, tóku í dag eitt sett ímóti Noregi.
Dreingirnir tóku øll á bóli og vunnu fyrsta settið 28-26, men kláraðu ikki at halda fram við góða spælinum og gjørdu ov nógvar feilir. Hini settini endaðu við ósigri á 22-25, 20-25 og 17-25, og sostatt við einum ósigri upp á 3-1.
Fyrr í dag spældu teir ímóti einum av favorittunum – Svøríki – og tá taptu teir greitt 3-0 (25-17, 25-12 og 25-14.)
Í morgin skulu teir spæla fjórðingsfinalu ímóti Onglandi, sum gjørdist nr. 2 í hinum bólkinum.
Hesin dysturin byrjar klokkan 9.30.
Dysturin verður stroymdur her:
https://www.247.tv/live/volleyball/nevza-u19-international-championships
(Stroymingin kostar tó. Beinleiðs stroymingin frá hvørjum dysti kostar £5, og endursendingarnar kosta £2.50)