Dreingirnir bíta frá sær!
Føroyar – Ongland 0-3 (16-25, 22-25, 21-25)
Seinni dysturin í NEVZA-kappingini hjá dreingjunum fríggjadagin var ímóti Onglandi. Og hesin dysturin var góður hjá føroysku monnunum.
Ein uppsangur mátti til
Fyrsta settið var undir lágmarkið hjá føroysku monnunum. Alt ov nógvar villur og alt ov lítið avgerandi álop førdu við sær, at munurin gjørdist beinanvegin stórur. Ikki fyrr enn ein rættiligan uppsang millum 1. og 2. sett kom gongd á hjá dreingjunum, men so kom dómarin rættiliga á vøllin.
Dómarin í fokus
Tá ið Ongland hevði vunnið 8 stig í øðrum setti, hevði dómarin dømt 5 av hesum stigum til Ongland grundað á dupultsløg hjá føroyingunum, og tað var føroyska legan milt sagt ónøgd við. Tað kann sjálvandi koma fyri, at dupultsløg verða dømd, men tað er óhoyrt, at so nógv verða dømd í einum heilum dysti fyri ikki at tala um í einum setti. Henda dømingin fekk avleiðingar fyri dómaran, sum fekk átalu frá fyriskiparunum. Fyri føroyska liðið fekk tað eisini avleiðingar, tí talan gjørdist um at renna aftaná tað mesta av settinum.
Spældu fult upp við Ongland
2. og 3. sett vóru sera jøvn. Føroysku dreingirnir megnaðu alla tíðin í øðrum setti at halda fast í Onglandi, sum tó sum oftast var nøkur stig frammanfyri. Men í 3. setti vóru tað føroysku dreingirnir, sum lógu omaná og hildu leiðsluna við tveimum stigum upp til 18, tá ið dómarin enn einaferð gjørdi ein brølara og feildømdi Oskar í Haraldstovu Petersen í avgerandi løtu. Eftir hetta gekk púra javnt á upp til 21-21, tá ið Ongland var sterkari og vann. Ein góður dystur hjá føroysku dreingjunum og stór framgongd frá fyrsta dystinum.
Møta Noregi
Føroysku dreingirnir skulu í dyst í morgin, tá ið fjórðingsfinalurnar eru á skránni. Hinumegin netið stendur Noreg, sum hevur tapt ímóti Danmark og vunnið á Íslandi. Dysturin verður bríkslaður ígongd kl. 9.30 og verður stroymdur beinleiðis á www.volleyballengland.org
Mynd omanfyri: Dagsins leikari hjá Føroyum: Niels Niclasen, hevari