U19 NEVZA 2016: Landsliðini komin til Kettering
U19 landsliðini komin til Kettering
Í farnu viku vóru tað U17 landsliðini, ið royndu seg í Ikast, og hetta vikuskiftið verða tað so U19 landsliðini hjá bæði kvinnum og monnum, ið skulu í eldin. Aftur er tað NEVZA-kappingin, ið er á skránni. Talan er um víðkaðu Norðurlendsku meistarakappingina, har tað umframt Norðurlondini eisini er Ongland, ið er við.
Sterk mótstøða
Føroysku kvinnurnar eru komnar í bólk við Danmark og Noregi, sum endaðu nr. 2 og 3 í seinastu kapping. Menninir eru í bólki við Svøríki og Onglandi, sum somuleiðis endaðu nr. 2 og 3 í seinastu kappingini, so lætt verður tað ikki.
Innleiðandi dystirnir eru fríggjadagin 28. oktober, tá ið bæði liðini skulu í dyst kl. 11.00. Kvinnurnar leika ímóti Danmark og menninir ímóti Svøríki. Fríggjadagin kl. 15.30 skulu bæði liðini so aftur í dyst, og tá skulu kvinnurnar royna at koppa Noregi og menninir Onglandi. Leygardagin og sunnudagin verða millumumførini leikt og dystir um endaligu støðurnar.
Á U19 liðunum eru hesir leikarar:
U19 Kvinnur:
SÍ: Sissal Ellefsdóttir
TB: Sára Maria Johansen
ÍF: Anna Larsen
Dráttur: Anna Sunadóttir Hansen, Petra Sunadóttir Hansen, Barbara Herdalur Poulsen,
Fleyr: Magnhild Jacobsen, Jórunn Elisdóttir Wang, Anna Gøthe Magnusdóttir, Bjørk Nolsøe Isaksen
Ikast KFUM: Eva Winther Nagata, Súsanna Sólrunardóttir Ludvig
U19 Menn:
TB: Gudmundur V. Larsen
Fleyr: Niels Niclasen, Jóhan Arni Elisson Wang, Uni Jacobsen, Bjarni Petersen, Dávið Hentze
SÍ: Oskar í Haraldstovu Weihe, Jón Weihe Simonsen, Oddur í Haraldstovu Petersen
ÍF: Tróndur H. Hansen, Hjørtur Sólstein, Ingálvur Olsen