U19 landsliðini trupulleikar við ferðini
U19 landsliðini, sum í gjár fóru úr Føroyum via Keypmannahavn til Kettering í Onglandi, hava ikki havt ta bestu ferðina.
Ferðin til Keypmannahavna gekk væl, men tá farast skuldi frá Keypmannahavn til Onglands, hevði SAS avlýst flogfarið. Tískil mátti ferðalagið hjá gentum og dreingjum á 32 persónar á hotel í Keypmannahavn, og er tí ikki komið til Onglands fyrr enn í dag.
Men tá komið varð til Onglands, manglaði viðførið hjá tveimum av leikarunum, men tíbetur høvdu hesir spæliklæðini í hondviðførinum.
Í dag er venjing á skránni, og í morgin skulu U19 genturnar spæla ímóti Norra klokkan 11.00 og Íslandi kl. 15.30, og U19 dreingirnir spæla ímóti Svøríki klokkan 11.00 og ímóti Norra klokkan 15.30.
Allir dystirnir verða stroymaðir á:
https://www.247.tv/live/volleyball/nevza-u19-international-championships