U19 landsliðini farin til NEVZA-kappingina 2021, 29. – 31. oktober í Finnlandi - í kava

Mikudagin fóru U19 landsliðini við gentum og dreingjum til U19 NEVZA-kappingina, sum verður í Rovaniemi í Finnlandi. Har siga tey, at fyrstu kavaflykrurnar hava lagt seg, og væntandi verður kavin liggjandi meðan kappingin er. 

Rovaniemi liggur í Sámalandi  - við pólkringin, og finnar siga sjálvir, at almenni bústaðurin hjá jólamanninum er í Rovaniemi. So sjálvandi passar tað. Og sjálvsagt hava tey eisini ein jólabý har: Santa Claus Village.

Dystirnir verða spældir í tveimum hallum: Santa Sport Olympic venjingarmiðstøðini og Keltakangas ítróttarhøllini. 4,5 kilometrar eru millum hallirnar. Myndir innan úr hallunum síggjast her: https://www.womanvolley.fi/info.html

Seks lond eru við í kappingini hesaferð og eru tey býtt í tveir bólkar.

Hjá dreingjum eru bólkarnir hesir:
Bólkur A: Svøríki, Ísland, Finnland
Bólkur B: Danmark, Noreg, Føroyar

Gentukappingin umskipað
Eftir at tað var staðfest, at norska gentuliðið var rakt av koronu, hevur Noreg tikið seg úr kappingini, sum tí er umskipað til at øll londini spæla ímóti hvørjum øðrum. Londini sum eftir eru, eru Føroyar, Danmark, Svøríki, Finnland og Ísland. 

Ongland er ikki við í kappingini hesaferð. 

Síðsta ár var kappingin avlýst vegna Koronu, men seinast kappingin var, í 2019, gjørdust Føroyar nr. 6 av 7 bæði hjá gentum og dreingjum. Dreingirnir vunnu sett í hvørjum dysti teir spældi, umframt at teir vunnu á Onglandi. Genturnar vunnu eisini ein dyst; 3-1 á Íslandi. Fyri knøppum tveimum mánaðum síðan møttust Føroyar og Ísland í smálandakapping í Reykjavík, og tá vunnu íslendsku genturnar 3-2 í sonnum gysara (26-24, 17-25, 25-20, 18-25, 15-10). 

Kappingin byrjar fríggjadagin 29. oktober. Dystarskráin og úrslit síggjast á hesi síðuni: https://www.womanvolley.fi/schedule-and-results.html 
 🎥 Har verður eisini leinki til stroyming og livescore. 

Klokkan í Finnlandi er tveir tímar frammanfyri okkara. T.v.s., at tá klokkan er 10 í Finnlandi, tá er hon 8 í Føroyum. 

Føroyar U19 gentur: 
Hanna Iansdóttir Biskopstø, 2002, Fleyr
Janna Falkvard, 2003, SÍ
Milja Silvansdóttir, 2004, KÍF
Marta Fagraklett, 2005, KÍF
Anna Arnholdsdóttir, 2003, Mjølnir 
Sára Rannváardóttir Vatnhamar, 2002, Fleyr
Helena Skylv Hansen, 2004, Fleyr
Henrikka Wang Jacobsen, 2002, Dráttur
Sofía Weihe Simonsen, 2005, SÍ
Vár Rajani Færø, 2002, Fleyr
Jakobina Joensen, 2002, KÍF
Johanna Christiansdóttir, 2003, TB

Venjaratoymið:
Lars Engell, venjari
Kristian Mikkelsen, hjálparvenjari
Hanna Helena Weihe Simosen, liðleiðari
Thomas Bendtsen


Føroyar U19 dreingir:
Josiah Upite Lukama, 2004, Mjølnir
Ólavur Johannessen, 2003, Mjølnir
Hørður Joensen, 2004, Mjølnir
Mattias Nolsøe Isaksen, 2003, Fleyr
Símun Hoydal Poulsen, 2002, Mjølnir
Tóki í Haraldstovu, 2005, SÍ
Silas Poulsen, 2005, SÍ
Róar Anderson, 2003, SÍ
Bjarni Joensen, 2004, SÍ
Elias Ellingsgaard Petersen, 2005, SÍ
Gilli Pálsson Augustinussen, 2004, TB
Filip Ilic, 2006, ÍF

Venjaratoymið:
Jens Bang, venjari
Suni Hansen, hjálparvenjari
Katrin Petersen, fysioterapeutur
Jónley Poulsen, liðleiðari