U19 NEVZA landsliðini 2022 úttikin

U19 landsliðini við gentum og dreingjum fara mikumorgunin 26. oktober til Finnlands at kappast um NEVZA meistaraskapin, sum eins og í fjør fer fram í jólamannabýnum🎅Rovaniemi frá fríggjadegnum 28. til sunnudagin 30. oktober.

-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-

Føroysku dreingirnir eru í bólki 1 saman við Noregi og Danmark.
Í bólki 2 eru Finnland, Ongland og Svøríki.

Føroysku dystirnir hjá dreingjum í bólkaspælinum:
Fríggjadagin 28. oktober kl. 07:30 Føroyar – Noreg
Fríggjadagin 28. oktober kl. 12:00 Føroyar – Danmark

-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-

Føroysku genturnar eru í bólki 2 saman við Danmark, Svøríki og Onglandi. Í bólki 1 eru bert trý lið: Noreg, Ísland og Finnland. 

Føroysku dystirnir hjá gentunum í bólkaspælinum:
Fríggjadagin 28. oktober kl. 07:30: Danmark – Føroyar
Fríggjadagin 28. oktober kl. 14:30: Ongland – Føroyar
Leygardagin 29. oktober kl. 07:00: Finnland – Føroyar

-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-

Øll dystarskráin fyri kappingina sæst á heimasíðuni https://arcticvolley.fi/en/nevza-u19-2022-2/game-schedule/

NEVZA U19 Facebooksíðan:
https://www.facebook.com/nevzau19

-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-

Føroysku liðini eru soleiðis mannað:

U19 dreingir: 
Bjarni Joensen, SÍ
Filip Ilic, ÍF
Ólavur Johannesen, Mjølnir
Filip Simonsen, Fleyr
Matias Nolsøe Isaksen, Fleyr
Elias Ellingsgaard, SÍ
Árni Lamhauge Mohr, ÍF
Hørður Joensen, Mjølnir
Vuk Ilic, ÍF
Josiah Lukama, Mjølnir
Tóki í Haraldstovu, SÍ
Silas Poulsen, SÍ

-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-

U19 gentur:
Helena Skylv Hansen, Fleyr
Emma Michala Sannino, Fleyr
Tóta Búadóttir, Fleyr
Milja Silvansdóttir, KÍF
Anna Arnholdsdóttir, Mjølnir
Ingibjørg Sigridardóttir Múller, Mjølnir
Janna Falkvard, SÍ
Paula Nattestad Joensen, SÍ
Sofía Weihe Simonsen, SÍ
Sólfríð Poulsen, SÍ
Johanna Christiansdóttir, TB
Nicola Toftegaard, Ikast KFUM

-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-

Úrslitini hjá dreingjunum í fjør vóru hesi:

Bólkaspæl
Danmark – Føroyar 3 – 0 (25-12, 25-21, 25-23)
Føroyar – Noreg 0 – 3 (13-25, 20-25, 23-25)

Fjórðingsfinala:
Svøríki – Føroyar 3 – 0 (25-21, 25-11, 25-18)
Dystur um 5./6. pláss: Ísland - Føroyar 3 – 1 (20-25, 26-24, 25-17, 25-17)

Endaliga støðan:
1 Danmark
2 Finnland
3 Svøríki
4 Noreg
5 Ísland
6 Føroyar

-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-

Úrslitini hjá gentunum í fjør vóru hesi:

Bólkaspæl
Danmark – Føroyar 3 – 1 (25-11, 15-25, 25-13, 25-10)
Føroyar – Finnland 0 – 3 (24-26, 09-25, 19-25)
Ísland – Føroyar 1 – 3 (25-17, 23-25, 18-25, 22-25)

Eftir bólkaspælið, har øll londini spældu ímóti hvørjum øðrum, vóru Føroyar (nr. 4) frammanfyri Ísland (nr. 5), men avgerð varð tikin um at nr. 4 og 5 skuldu leika eina fjórðingsfinalu um at spæla um bronsuna ímóti nr. 3. Hetta merkti, at hóast Føroyar vunnu á Íslandi og endaðu frammanfyri Ísland í bólkaspælinum, so fekk Ísland enn ein møguleika at sleppa at spæla um bronsuna, um Ísland vann fjórðingsfinaluna ímóti Føroyum dagin eftir. Og tað var júst tað sum hendi!

Fjórðingsfinala: 
Føroyar – Ísland 1 – 3 (25-20, 22-25, 19-25, 21-25)

Endaliga støðan:
1 Finnland
2 Svøríki
3 Danmark
4 Ísland
5 Føroyar