U19 NEVZA 2022 - 2. dagur:
Bæði kvinnur og menn stóðu seg væl ímóti sterkari mótstøðu í fjórðingsfinalunum
NEVZA U19, kvinnur:
Svøríki – Føroyar 3-0 (25-11, 25-20, 25-10)
Føroyar skulu spæla fjórðinigsfinalu ímóti Noregi. Hetta er greitt, eftir at Føroyar tíðliga í morgun taptu 3-0 fyri Svøríki í seinasta dystinum í bólkaspælinum, sum merkti, at Føroyar endaðu nummar 3 í bólki 2, og skulu tí spæla ímóti nummar 2 í bólki 1, sum gjørdist Noreg.
Ímóti Svøríki í morgun var stórur stórur munur, tó at Føroyar gjørdu eitt flott come-back í øðrum setti.
Føroyar fylgdu so dánt við fyrstu løtuna í fyrsta setti, men frá 5-4 til Svøríki gjørdist støðan 12-5, áðrenn Svøríki vann 25-11.
Gongdin helt fram í øðrum setti, og Svøríki legði seg á odda 7-1 og 13-4. Men so við eitt vaknaðu tær føroysku, og brátt var javnleikur 17-17! Svøríki vann seg tó tvey stig framum aftur og at enda settið 25-20.
Í triðja setti var aftur stórur munur, og Svøríki fór frá 10-7 upp á 17-7, áðrenn settið varð vunnið 25-10.
Altso, kl. 11 fjórðingsfinala ímóti Noregi.
-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-
U19 NEVZA 2022, kvinnur
Fjórðingsfinala:
Noreg – Føroyar 3-1 (24–26, 25–11, 25–23, 25–20)
Lítið vantaði í hálvfinaluplássinum
Eftir at Føroyar høvdu vunnið fyrsta sett, so reið um snarið í triðja setti, sum leingi lá til okkara, men sum til síðst koppaði til Noreg.
Í fyrsta setti skiftust liðini um at vera á odda, men tá Føroyar løgdu seg á odda 20-16, sá av álvara gott út. Leiðslan hvarv tó sum døgg fyri sól, og Noreg javnaði til 20-20 og legði seg á odda 24-22. Føroyar yvirlivdu tó báðar settbóltranar og vunnu settið 26-24.
Í øðrum setti var sum um, at armarnir vóru skrúvaðir skeift upp á tær føroysku, og skjótt var 10-3 til Noreg, sum vann settið 25-11.
Í triðja setti komu Føroyar í góða støðu, tá tær løgdu seg á odda 11-6 og megnaðu at halda Noreg aftanfyri seg, so støðan gjørdist 16-10. Men so kom stígur í, og Noreg át seg innaftur í settið og javnaði til 19-19 og legði seg framum 21-19. Føroyar javnaðu til 22-22, men so átti Noreg tørn aftur og vann 25-23, eftir at Føroyar høvdu yvirlivað fyrra settbóltin við støðuna 22-24.
Í fjórða setti gekk eisini leingi javnt á, og støðan gjørdist 9-9 og síðan 17-16 til Noreg, tá munurin vaks til 21-16, sum gjørdist mønustingurin. Noreg vann settið 25-20. Spell vit ikki tóku triðja settið, og tískil høvdu fingið javnbrótara.
Tapið merkir, at Føroyar skulu í nýtt bólkaspæl saman við Íslandi og Onglandi um plássini frá 5 – 7. Ísland og Ongland hava longu spælt tann fyrsta dystin í tí kappingini, og hann vann Ísland 3-2. Føroyar spæla báðar sínar dystir í tí kappingini sunnumorgunin:
Kl. 08:30 Ísland – Føroyar
Kl. 12:30 Ongland – Føroyar
-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-*-
U19 NEVZA 2022, menn
Fjórðingsfinala:
Finnland – Føroyar 3-0 (25-19, 25-21, 25-17)
Sterku finnarnir fingu mótstøðu
Føroyar gingu Finnlandi skarpan gang í fyrsta setti, og tá tað var hálvrunnið, løgdu Føroyar seg á odda 12-11. Finnland vann tó næstu fýra bóltarnar, og tann munurin helt sær mest sum restina av settinum, sum endaði 25-19, hóast Føroyar einaferð minkaðu um munin til 16-18.
Í øðrum setti javnaðu Føroyar til 6-6, eftir at Finnland hevði lagt seg á odda 6-1, men so leyp Finnland avstað aftur og legði seg á odda 15-9. Munurin minkaði aftur til tvey stig við 18-16, 22-20 og aftur við 23-21, men so vann Finnland næstu tveir bóltarnar og settið 25-21.
Føroyar fylgdu væl í triðja setti og javnaðu til 11-11, men so gjørdi Finnland eitt skarvslop og legði seg á odda 18-11, sum gjørdist avgerandi fyri settið, sum Finnland vann 25-17.
Sunnumorgunin kl. 7 føroyska tíð spæla Føroyar ímóti Onglandi um 5./6. plássið.
Úrslitini hjá Onglandi í kappingini hava verið hesi:
Bólkaspæl:
Finnland – Ongland 3-0 (25-12, 25-13, 25-18)
Svøríki – Ongland 3–0 (25-22, 25-17, 25-21)
Fjórðingsfinala:
Noreg – Ongland 3-0 (25-15, 25-18, 25-20)