U19/U20 kvinnulandsliðið úttikið
U20 landsliðið hjá kvinnum fór í morgun til Finnlands til undankapping
Ungu kvinnurnar fóru við Atlantsflogi tíðliga í morgun.
Eins og menninir skulu kvinnurnar luttaka í undankappingini í Rovaniemi í Finnlandi fyri U20 landslið og í U19 kappingingi fyri NEVZA-økið, sum er Norðurlond og Ongland.
Føroysku U20 kvinnurnar eru komnar í innleiðandi bólk saman við Danmark, Svøríki og Onglandi.
Føroyar leika fyrsta dystin fríggjadagin 27. oktober kl. 08.00 føroyska tíð ímóti Svøríki. Annar dysturin verður leiktur kl. 14.00 føroyska tíð. Vinna Føroyar á Svøríki, skal leikast um 1. plássið í bólkinum ímóti vinnaranum av dystinum ímillum Danmark og Ongland. Um Føroyar hinvegin tapa, skal leikast um 3. plássið í bólkinum í móti taparanum av sama dysti.
Fjórðingsfinalur, hálvfinalur og fyrstu plaseringsdystirnir verða síðani leiktir leygardagin 28. oktober, og finalur og síðstu plaseringsdystirnir verða leiktir sunnudagin 29. oktober.
Dystirnir kunnu síggjast á: https://live.lentopallo.fi/nevzau19
Kostnaðurin er 16,9 EUR fyri alla kappingina.
Høvuðsvenjarin Annika á Stongum og hjálparvenjarin Veselin Ðurovic hava úttikið hesar kvinnur til dystirnar:
1. Anja Sólja Niclasen SÍ
2. Ása Thorkildshøj, KÍF
3. Brima Sólstein, Fleyr
4. Lív Bára Hansen, Fleyr
5. Marita Heinadóttir, Fleyr
6. Nicola Toftegaard, Mjølnir
7. Sofía Edvinsdóttir, SÍ
8. Sólbjørg Johnsdóttir Høgnesen, SÍ
9. Brynja Jákupsdóttir, Fleyr
11. Sofía Weihe Simonsen, SÍ
15. Miriam Karlsdóttir Johannesen, Fleyr
16. Bára Leonsson Mouritsen, Fleyr