U19 kvinnulandsliðið úttikið
Mikukvøldið fer U19 kvinnulandsliðið í flogbólti til Kettering í Onglandi, har liðið skal spæla við í norðurevropeisku kappingini í flogbólti – NEVZA.
Kapingin byrjar fríggjadagin 26. oktober og seinasti dysturin er sunnudagin 28. oktober.
Føroyska liðið er í bólki saman við Svøríki og Noregi, og liðini í hinum bólkinum eru Danmark, Ongland og Ísland. Fyrsti dysturin hjá Føroyum verður ímóti Svøríki klokkan 10.30 fríggjamorgunin.
Allir dystirnir verða stroymdir og verður hetta upplýst nærri á www.volleyballengland.org
Venjarin Kristian Mikkelsen hevur úttikið hesar leikararnar:
Petra Sunadóttir Hansen, Dráttur
Sesilia Prior, Dráttur
Inga Helena Henriksen, SÍ
Elsa Samuelsen, KÍF
Zoe Dickson, KÍF
Sára Maria Johansen, TB
Hilda Bolstad Mortensen, Fleyr
Bjørk Nolsøe Isaksen, Fleyr
Barbara Durhuus, Fleyr
Hanna Biskupstø, Ikast
Sára Vatnhamar, Ikast
Eva Gunn Niclasen, Køge