U19 manslandsliðið úttikið
Mikukvøldið fer U19 manslandsliðið í flogbólti til Kettering í Onglandi, har liðið skal spæla við í norðurevropisku kappingini – NEVZA.
Kapingin byrjar fríggjadagin 26. oktober, og seinasti dysturin er sunnudagin 28. oktober.
Føroyska liðið er í bólki saman við Svøríki og Noregi, og liðini í hinum bólkinum eru Danmark, Ongland og Ísland. Fyrsti dysturin hjá Føroyum verður ímóti Svøríki klokkan 10.30 fríggjamorgunin.
Allir dystirnir verða stroymdir og verður hetta upplýst nærri á www.volleyballengland.org
Venjararnir Rajko Petrovic og Hans Simonsen hava úttikið hesar leikararnar:
Úr SÍ:
Bjarni Joensen
Julian Vest Niclasen
Jón Weihe Simonsen
Ragnar Weihe
Hjørtur Joensen
Oskar í Haraldstovu Weihe
ÍF:
Ingálvur Eyðunsson Olsen
Úr Fleyr:
Hákun Weihe Heinason
Tórur Paulason
Tórður Gunnarsson Højsted
Jónfinnur Jógvansson Hansen
Úr Mjølni:
Dávið Hentze