U19 Landsliðini í sandflogbólti dystast í Dublin um vikuskiftið
Stroyming, úrslit og dystarskrá

Talan er um undankapping til U20 EM-kapping í 2026.

Tað eru Hákun Nón og Rani Ákason úr ÍF, sum manna mannsliðið, og Maria Teresa Vitalis og Osla Johannesen úr Mjølni, sum manna kvinnuliðið.

Undankappingarnar eru skipaðar sum økisundankapping. Føroysku liðini luttaka í SCA-økinum, sum er ein bólkur av smærri londum í CEV. Vinnandi liðið fær rættin til at luttaka í EM-endaspælinum, sum verður í 2026.

Hákun og Rani eru komnir í innleiðandi bólk við Skotlandi og Andorra, sum tykist sum ein sterkur bólkur. Hákun og Rani leggja fyri fríggjadagin kl. 12.30 ímóti Skotlandi og leika kl. 18.00 ímóti Andorra. 

Maria Teresa og Osla eru komnar í innleiðandi bólk við Írlandi og Norðurírlandi. Maria Teresa og Osla leika sín fyrsta dyst ímóti Írlandi fríggjadagin kl. 16.20, og kl.18.00 møta tær Norðurírlandi.

Leygardagin eru fjórðingsfinalur og møguligur playoff dystur fyri at koma í fjórðingsfinalurnar. Sama dag eru eisini hálvfinalur og finalur.

Dystirnir kunnu síggjast á Youtube-rásini hjá Volleyball Ireland her: https://www.youtube.com/@VolleyballIrelandVLY/streams

Úrslit og dystarskrá síggjast her:
U19 Menn
| U19 Kvinnur