U19 kvinnur og U20 menn til smálandakapping í apríl

Hugaligt er at vera flogbóltsleikari í hesum døgum, har stutt er ímillum uttanlandstúrar. Í apríl mánaði næsta ár eru aftur tvey ungdómslandslið, sum skulu ein túr við Atlantic Airways – hesaferð til smálandakappingina hjá SCA – Small Countries Association, sum er partur av CEV, Evropeisku Flogbóltssamgonguni. 

U19 kvinnur spæla í Luksemborg 7. – 11. apríl. Mótstøðuliðini eru Luksemborg, Gibraltar, Írland, Malta og Norðurírland. Øll liðini spæla í einum bólki. 

Kappingin hjá U20 monnunum verður í Írlandi 11. – 15. apríl. Aftrat Føroyum eru Írland, Norðurírland, Andorra og Luksemborg við í kappingini. Leisturin er tann sami sum hjá U19 kvinnunum, har øll liðini spæla í einum bólki. 

A-landsliðini
Eisini A-landsliðini skulu kappast um smálandameistaraheitið næsta ár, men enn er ikki greitt nær og hvar kappingin verður. Arbeitt verður við hesum, boðar SCA frá. 

Men áðrenn alt hetta, so fara A-landsliðini hjá bæði monnum og kvinnum at luttaka í kapping uttanlands millum jól og nýggjár. Meira verður at frætta um tað seinni.