U20 kvinnurnar til EM-undankapping í San Marino 2. - 4. oktober | (leinki til stroyming)
Føroysku U20 kvinnurnar í flogbólti eru í hesum døgum í San Marino til EM undankapping. Málið er at vinna seg til EM endaspælið, sum verður í juli 2027.
(Leinki til stroyming er niðast á síðuni)
Føroyar eru komnar í innleiðandi bólk við Monako og San Marino. Fyrsti dysturin verður leygardagin 3. oktober kl. 11.00 ímóti Monako. Kl. 19.30 verður leikt ímóti vertunum úr San Marino.
Tað átti at verið sannlíkt, at føroyska liðið leikar seg víðari til aðra hálvfinaluna - antin sum vinnari av bólkinum ella sum nummar 2 í bólkinum. Vinna føroysku kvinnurnar bólkin, verður hálvfinalan ímóti nr. 2 úr hinum bólkinum. Tann dysturin verður sunnudagin kl. 8.30. Verða genturnar nr. 2 í bólkinum, skulu tær møta nr. 1 í hinum bólkinum. Tá skulu tær leika hálvfinalu sunnudagin kl. 11.00.
Finalan í kappingini verður sunnudagin kl. 18:30.
Tapararnir av hálvfinalunum spæla bronsudyst sunnudagin kl. 16.
Høvuðsvenjarin, Marjan Nikolic, hevur úttikið hesar leikarar til undankappingina:
Elisabeth Norðoy Vilhelmsen, Edna Henriksen, Anna Katrina í Haraldstovu, Arina joensen, Osla Johannesen, Savanna Onghamar, Marjun á Mýrini, Maria Teresa Vitalis, Maia á Lakjuni, Josefina Ingibjørg Fjallsbak, Petra Radinovic Panic, Maria Hovgaard
Stroyming:
U20 EM undankapping, kvinnur
í San Marino 2.-4. oktober 2026
Leygardagin 3. oktober kl. 11:00
Føroyar - Monako 3-0 (25-9, 25-6, 25-3)
https://www.youtube.com/watch?v=F0_gyfpRUe8
Leygardagin 3. oktober kl. 19:30
San Marino - Føroyar 0-3 (25-22, 25-23, 25-16)
https://www.youtube.com/watch?v=a3mfYmN7DcI
Sunnudagin 4. oktober kl. 11.00
Ísland - Føroyar, hálvfinala
https://www.youtube.com/watch?v=B9om5Bnat5o