U20 EM: Flogfarið lendi ikki - dystarskráin broytt
Vegna vánalig floglíkindi lendi SAS ikki hósdagin, og tí hevur verður neyðugt at broyta dystarskránna fríggjadagin, tí Luksemborg var við hesum flogfarinum. Flogfarið verður væntandi ikki í Føroyum fyrr enn klokkan 16.45 fríggjadagin.
Føroyar og Ísland eru ásett at spæla klokkan 19.00, og hetta verður ikki broytt, men dysturin millum Skotland og Luksemborg, sum skuldi vera klokkan 16.00, verður ístaðin leiktur klokkan 21.00, ella beint eftir dystin millum Føroyar og Ísland.
Føroyska liðið hevði sína seinastu venjing klokkan 15.00 hósdagin og síðani varð farið á Hotel Føroyar at fyrireika seg til dystin í morgin.