U21 og U22 landsliðini í flogbólti til Eysturríkis og Lettlands
Hetta verður fyrsta ferðin, at føroysk landslið í flogbólti fara at luttaka í CEV EuroVolley undankappingum, og tí er hetta nakað serligt fyri føroyskan flogbólt. Í August verða tað so føroysku A-landsliðini við kvinnum og monnum, sum skulu í eldin
U21 landsliðið hjá kvinnum og U22 landsliðið hjá monnum fara í døgunum 19. – 21. mai til CEV EuroVolley undankappingar. Ætlandi skuldu menninir til Bulgaria at dystast ímóti Bulgaria, Fraklandi og Ungarn, men hetta er nú broytt. Orsakað av krígnum í Ukraina eru Russland og Hvítarussland útihýst frá kappingum hjá CEV, og tí eru bólkarnir settir saman av nýggjum.
Ungu menninir fara nú til Lettlands, og har fáa teir sera harða mótstøðu, tí mótstøðuliðini verða Lettland og Serbia.
Ongin broyting er fyri føroysku U21-kvinnurnar. Tær fara til Eysturríkis at dystast ímóti Eysturríki, Bulgaria og Ísrael.
Øll mótstøðuliðini eru sera sterk. Serliga Serbia og Bulgaria kunnu tó takast fram sum tvær av fremstu tjóðum í evropeiskum flogbólti fyri bæði kvinnur og menn.
Venjaratoymini við Lars Engell og Kristian Mikkelsen fyri kvinnurnar og Jens Bang og Suni Hansen fyri menninar arbeiða í løtuni við hópunum, sum verða úttiknir í næstum.