Hálvfinala, menn:
Sørvingar fara eftir øllum – eisini sambært ÍF
ÍF - SÍ
Venjarin hjá ÍF leggur allan favorittleiklutin á herðarnar á sørvingum, tí teir í ár hava eitt sterkt lið, sum hevur vunnið alt seinasta mánaðin
- Vit fara sjálvandi fyri at vinna, men um tú hyggur eftir úrslitinunum hjá okkum og heldur tí upp móti broytingunum í leikarahópinum, so sært tú ein týðiligan samanhang. Broytingarnar hava verið stórar og vit eru við at seta nýtt fólk við. Tá tað er sagt, so fara vit tó altíð á vøllin fyri at vinna og tað gera vit eisini í morgin.
Tað sigur Boban Ilic, venjari hjá mansliðnum hjá ÍF, sum í hálvfinaluni leygardagin spælir móti SÍ.
Tá innleiðandi umførini í steypakappingini vóru liðug í desember, endaðu sørvingar á øðrum plássi í sínum bólki og ÍF á fyrsta plássi í sínum bólki.
Bogan Ilic: Ikki rættvísandi mynd
Men sambært Boban Ilic er tað ikki ein rættvísandi mynd av styrkislutfallinum í landskappingini – og steypakappingini fyri tað.
- Nei, avgjørt ikki. SÍ hevur eitt sera gott og sterkt lið í ár, og tað sært tú eisini á úrslitunum í landskappingini. Teir hava ikki tapt síðan november og hava vunnið alt stórt í januar mánaði. Tí er í mínum hugaheimi eingin ivi um, at SÍ er favorittur í morgin, sigur Boban Ilic.
Liðið hjá honum er sum sagt broytt frá í fjør. Fleiri av royndu leikarunum eru burtur og tí skulu nýggir setast við.
- Tað er tað vit brúka hetta árið til. Bartal og eg hanga í enn, men nú fer okkara tíð á vøllinum at halla. Hinvegin so fara vit sjálvandi at royna at gera ein ordiligan vørr afturat, tí vit vilja gjarna koma í enn eina finalu, sigur Boban Ilic.
Í Sørvági tímir Rajko Petrovic, venjari hjá sørvingum ikki at pakka tingini so øgiliga væl inn. Hansara lið er eisini broytt nokkso fitt, men leikararnir sum hann hevur sett við, hava spælt í nøkur ár, og tí er talan um ein breiðan – og ikki minst sterkan – hóp.
- Vit hava givið ungu leikarunum, sum hava vant nógv í ár, tað lyfti, at teir sleppa at spæla, og teir hava veruliga víst, hvat teir vilja, sigur Rajko Petrovic.
Hjá honum snýr tað seg um at fáa liðið so langt fram sum tilber, og tí fer hann eftir øllum í ár. Og tískil eisini eftir steypafinaluni.
Rajko Petrovic: Sterkt lið
- Liðið hjá okkum er sterkt í ár. Vit hava sum sagt góðar ungar leikarar, men vit hava eisini fingið fleiri gamlar garvaðar leikarar aftur á liðið, og tað vil siga, at vit hava ein øgiliga sterkan bonk. Tað ger heildina øgiliga sterka, sigur Rajko Petrovic.
Tí hevur hann góðar vónir til dystin í morgin, og júst sum Boban vísir hann á, at tað sum er farið undan dystunum í morgin, gevur orsøk til at hava góðar vónir.
- SÍ byrjaði eitt sindur illa í ár, men tá vit fyrst komu í gongd, hava vit veruliga fingið vind í seglini. Seinasta mánaðin hava vit vunnið alt sum vit hava spælt, og tí er sjálvsálitið í topp.
Sum nevnt hava teir báðir nógvar ungar leikarar, og felags fyri báðar venjararnar er, at teir ætla at vísa ungu monnunum áit.
- Skulu teir nakrantíð vera klárir til at taka við og lyfta arvin, so mugu teir fáa loyvi til at spæla, tá á stendur. Tað fáa teir í morgin, siga teir báðir venjararnir.
Dystirnir leygardagin eru hesir:
Kvinnur:
Kl. 13.00 Fleyr – TB
Kl. 15.00 SÍ – KÍF
Menn:
Kl. 17.00 ÍF – SÍ
Kl. 19.00 Fleyr – Ternan