Steypafinala, kvinnur: TB fer eisini eftir gullinum

Fyri tveimum árum síðan taptu tvørakvinnur steypafinaluna, men tað ætlar venjarin ikki skal henda aftur í ár. – Gamaní verður hetta ein heilt øðrvísi dystur enn hálvfinalan, men vit fara eftir sigrinum, sigur Gudrid Nolsøe.

- Vit hava seinastu venjing í kvøld, har vit taka tað seinasta ígjøgnum, og so eru vit so klárar, sum vit kunnu blíva.

Tað sigur Gudrid Nolsøe, venjari hjá kvinnunum hjá TB, sum klokkan eitt seinnapartin leygardagin fara at spæla steypafinalu móti KÍF í Høllini á Hálsi.

Fyri tveimum vikum síðan spældi TB hálvfinalu móti Fleyr, ein dyst sum tvørakvinnur vunnu rættiliga sannførandi 3-1. Tey, sum sóu dystin, løgdu til merkis, at TB legði út sum eitt óløgi, har tær við tungum servitrýsti og aggresivum álopsspæli løgdu trýst á Fleyr, sum ikki fótaði sær fyrr enn í triðja setti.

Taktikkurin riggaði
- Taktikkurin riggaði væl, tí Fleyr kom ikki fyri seg fyrr enn í triðja setti, men tá vóru vit so nógv omaná, at sjálvt um vit taptu tað settið, vunnu vit dystin, sigur venjarin hjá TB.

Samanumtikið var hon væl nøgd við avrikið í hálvfinaluni, um enn okkurt kundi verið betur. Onkur heldur, at dysturin gjørdist í so lættur, tí Fleyr gjørdi so nógvar feilir, men tað kann eisini standast av, at TB trýsti so nógv frá byrjan.

Nú er tað so finalan sum er á skránni, og tað er ein heilt øðrvísi uppgáva, vísir Gudrid Nolsøe á.

- KÍF er eitt heilt øðrvísi lið at spæla ímóti. Tær hava ein annan spælistíl og tær hava ein breiðari hóp. Harafturat eru tær eisini í góðari venjing, tí tær hava vant síðan í summar, so tað verður ein trupul dystur, sigur hon.

Tað merkir tó ikki, at hon ikki trýr uppá at tær kunnu vinna, tí tað kunnu tær.

- Liðið hjá okkum er betur samanspælt nú, og eg haldi eisini at avrikið í hálvfinaluni vísti, at vit eru rættiliga væl fyri. Tí gangi eg út frá, at vit fáa ein javnan og spennandi dyst, sigur Gudrid Nolsøe.

Øðrvísi lið
TB var í finaluni fyri tveimum árum síðan. Ta ferðina tapti TB móti Drátti í steypafinaluni, men tvørakvinnur vunnu meistaraheitið. Men liðið, sum spælir leygardagin, er nógv øðrvísi enn liðið fyri tveimum árum síðan.

- Manningin er rættiliga nógv øðrvísi, og tí hava vit ikki so nógvar royndir við slíkum dystum sum hesum. Tað hevur KÍF so heldur ikki, men tær hava ein breiðan og sterkan hóp, og tær hava spælt alt tað sum eg minnist, sigur Gudrid Nolsøe.

Vil tað siga, at tú roynir at undirspæla tykkara leiklut?

- Nei, ikki undirspæla, men bara staðfesta ta sannroynd, at tær eru væl fyri. Men vit fara á vøllin fyri at vinna, og eg havi tað álit á mínum spælarum, at tær aftur hesaferð fara at gera sítt allarbesta. Júst sum tær gjørdu í hálvfinaluni, sigur Gudrid Nolsøe.

Hon vónar, at tað koma nógvir áskoðarar norður við til finaluna, men hon er ikki vís í hvussu nógvir.

Vónandi ávirkar føstulávint ikki
- Tað er ein trupulleiki við tíðspunktinum. Fastalávint er um vikuskiftið, og tað verður gjørt nógv burtur úr her suðuri. Tað kann fara at merkjast á talinum sum kemur norður. Og veðurvánirnar, sjálvandi eisini. Eg vóni tó, at nógvir áskoðarar koma norður við at hjálpa okkum, sigur Gudrid Nolsøe.