Steypafinalur, menn: SÍ ætlar sær greipuna
Rajko Petrovic, venjari hjá SÍ, leggur einki í, at hann leggur trýst á sítt lið við at siga, at hann fegin vil hava bæði steypasigur og FM-sigur í ár. Hóast tað merkir, at hann skal vinna finaluna, vil hann kortini ikki siga, at hansara lið er favorittur til sigurin
- Eg veit væl, at eg leggi trýst á liðið og á meg sjálvan, men málið hjá okkum er at vinna greipuna.
Tað sigur Rajko Petrovic, venjari hjá mansliðnum hjá SÍ, sum seinnapartin í morgin, klokkan 15.30, fer at spæla steypafinalu móti Fleyr.
SÍ spældi fyri tveimum vikum síðan hálvfinalu móti ÍF, og tann dystin vunnu sørvingar við trimum settum móti ongum. Men sum settúrslitini vísa, 26-24, 25-19 og 31-29, so var dysturin øgiliga javnur. Nógv javnari enn Rajko Petrovic hevði vónað.
Hildu okkum til ætlanina
- ÍF stríddist øgiliga væl, og tað eiga teir stórt rós uppiborið fyri. Vit hildu okkum ikki til ætlanina áðrenn dystin, og vóru ikki nóg konsentreraðir tá vit byrjaðu. Tí komu vit ikki í gongd, sum vit ætlaðu. Men tað kom, tá vit broyttu í øðrum setti, við at seta nakrar royndar leikarar á vøllin, sigur venjarin hjá sørvingum.
Mansliðið hjá SÍ hevur havt eitt rættiliga umskiftiligt ár, tí fyrra hálva gekk ikki so væl sum ætlað. Men hesar seinastu vikurnar, hevur liðið, bæði í lands- og steypakappingini, klárað seg so væl, at tað nú ber til at hóma bæði steypini, sum kappast verður um.
Men tað krevur, at SÍ vinnur alt sum er eftir í ár. Er tað ikki at leggja óneyðugt trýst á tínar leikarar?
- Nei, tað haldi eg ikki. Eg havi eitt sera gott lið. Vit lata teir ungu sleppa framat, og teir hava tikið av. Á bonkinum hava vit so nógvar øgiliga royndar spælarar, sum kunnu lyfta liðið, tá á stendur, og tað sóu vit m.a. í hálvfinaluni. Tað er ein øgiligur fyrimunur, og tí havi eg vónir um at tað ber til hjá okkum at vinna báðar kappingarnar, sigur Rajko Petrovic.
Øðrvísi uppgáva í morgin
Í morgin er tað so dysturin móti Fleyr, sum er á skránni, og tað er ein heilt øðrvísi uppgáva enn tann móti ÍF. Tað er ein finala, har alt verður avgjørt á degnum.
- Tað hevur nógv at siga, hvør er betri á degnum. Fleyr hevur eitt gott lið, men tað hava vit sanniliga eisini, so tað kann bæði gerast ein javnur og spennandi dystur, sigur Rajko Petrovic.
Hann viðgongur, at liðið hjá honum er so væl fyri, tá tað snýr seg um royndir frá spennandi dystum, tí hann hevur leikarar, sum hava spælt fleiri enn tíggju steypafinalur. Og fleiri av teimum, sum spæla á besta liði hjá SÍ, skulu spæla bæði tríggjar og fýra steypafinalur um vikuskiftið.
Teir ungu nervar?
- So mált eftir tí hava vit tær royndirnar. Men tað er ein stórur dystur og sjálvandi fáa ungu leikararnir nervar, og júst tí er tað so gott við einum so góðum bonki, sum vit hava, sigur hann.
Fleyr hinvegin, hevur lítlar og ongar royndir frá slíkum dystum, tí tað er vist bara Suni Juul Pedersen, sum í fjør tapti finaluna saman við SÍ, sum hevur roynt eina slíka finalu áður.
- Kortini fært tú ikki meg at siga, at vit eru favorittar. Liðini eru jøvn, og eg trúgvi veruliga, at tað verður munurin á degnum, sum ger av, hvør vinnur steypafinaluna. Men trúgv mær; vit fara eftir sigrinum, sigur Rajko Petrovic.