FM finalur í Trongisvági fyri ung
Eftir tvey vikuskifti við halvfinalum og finalum í steypakappingini, er nú klárt at fara undir FM-finalurnar hjá teimum ungu.
Og aftur verður hetta við fullum útblástri.
TB hevur enn einaferð átikið sær at breiða taraflexgólvið út í høllini í Trongisvági, eins og tey skipa fyri tiltakinum, sum longu byrjar klokkan 16.30 fríggjadagin 9. mars, tá fyrsta finalan verður leikt.
Henda er millum D15 hjá SÍ og Fleyr.
Annars er skráin henda fyri fríggjadagin og leygardagin, tá til samans 10 finalur verða leiktar:
Fríggjadag 9. mars:
Dreingir 15: SÍ - Fleyr kl. 16.30
Gentur 16: SÍ - Fleyr kl. 18.30
Dreingir 17: SÍ - Fleyr kl. 20.30
Leygardag 10. mars:
Gentur 12: SÍ - Ternan kl. 10.00
Dreingir 12: SÍ - Ternan kl. 11.00
Gentur 14 A: SÍ a - TB a kl. 12.00
Mansungl.: SÍ - Fleyr kl. 14.00
Gentur 14 B: SÍ b - KÍF b kl. 16.00
Gentur 19: SÍ - Fleyr kl. 18.00
Kvinnuungl.: Fleyr - SÍ kl. 20.00
Sum ikki einaferð, so er tað SÍ sum er best umboðað í finalunum – ja, í øllum. Fleyr er í 6 finalum, meðan Ternan er í tveimum og TB og KÍF eru í einari hvør.
"Kalt borð" - eisini við heitum rættum
Eins og nógvu undanfarnu árini í sambandi við FM-finalurnar hjá teimum ungu í Trongisvági, verður Anita aftur í ár klár við sínum frálíka mati í kantinuni í Trongisvági – eitt satt matupplivilsi fyri einans kr. 120,00 fyri vaksin og kr. 60,00 fyri børn.
Flogbóltssamband Føroya vil enn einferð takka Anitu og hennara hjálparfólki fyri hetta frálíka tiltak í sambandi við finalurnar, og kunnu viðmæla øllum at fáa sær eina friðarliga løtu í kantinuni við sera góða matinum, sum verður gjørdur fyri ein sera sámuligan prís.
Takk fyri tað – vit gleða okkum!
Viðvíkjandi stroyming verður meira kunning hósdagin ella tórsdagin, sum er meira lokalt.
Varðin Pelagic er høvuðsstuðul til FM-finalurnar í Trongisvági.