Úrslit frá ungdómsfinalunum í steypakappingini 2017

Steypafinalur 2017

Mansunglingar - vinnari: Fleyr
==========================

Tað gjørdist Fleyr, sum vann steypafinaluna hjá mansunglingunum við ein 2-1 sigri á SÍ.
Settini endaðu 16-25, 25-20 og 15-13.

SÍ - steypavinnari 2017 í Mansunglingum


SÍ - silvurvinnari í steypakappingini 2017 í Mansunglingum
 


G14 - vinnari: SÍ
==============

Tað gjørdist SÍ, sum vann steypafinaluna hjá G14 við einum 2-0 sigri á Fleyr.
Settini endaðu 25-13 og 25-14

SÍ - steypavinnari 2017 í G14
 



Kvinnuunglingar - vinnari: Mjølnir
============================

Tað gjørdist Mjølnir, sum vann steypafinaluna hjá kvinnuunglingunum í dag við einum 2-0 sigri á ÍF í einum sera spennandi dysti, har annað settið gjørdist eitt marathonsett, sum endaði við støðuni 29-27 – hetta settið kundi farið báðar vegir.

Fyrsta settið endaði 25-18 til Mjølnir, og harvið eru Mjølnir-kvinnuunglingararnir steypavinnarar í 2017.


Mjølnir - steypavinnari 2017 í Kvinnuunglingum


ÍF - silvurvinnari í steypakappingini 2017 í Kvinnuunglingum
 


G16 - vinnari: Fleyr
================

Tað gjørdist Fleyr, sum vann steypafinaluna hjá G16 í dag við einum 2-0 sigri á TB - í einum sera spennandi dysti, har hóast Fleyr vann, so kundi hetta eins væl verið TB.
 
Fyrsta settið endaði 25-22 til Fleyr, og annað settið endaði 27-25, eisini til Fleyr, og harvið er Fleyr G16 steypavinnari í 2017.

Fleyr - steypavinnari 2017 í G16
 


TB - silvurvinnari í steypakappingini 2017 í G16
 


D16 - vinnari: Fleyr
================

Tað gjørdist Fleyr, sum vann steypafinaluna í D16 í dag við einum 2-0 sigri á SÍ.

Fleyr vann fyrsta settið 25-19 og annað settið 25-18, og harvið er Fleyr D16 steypavinnari í 2017.

Fleyr - steypavinnari 2017 í D16

 



D12 - vinnari: SÍ
=============

Tað gjørdist SÍ, sum vann streypafinaluna í D12 í dag við einum 2-0 sigri á Fleyr.
 
Higartil ein tann mest spennandi finalan, sum er leikt um vikuskiftið.
 
Fyrsta settið endaði 32-30 til SÍ, eftir at Fleyr hevði verði á odda 21-18.
Annað settið endaði 25-23 til SÍ, og harvið er SÍ D 12 steypavinnari í 2017.


SÍ - steypavinnari 2017 í D12


Fleyr - silvurvinnari í steypakappingini 2017 í D12
 



D14 - vinnari: SÍ
=============

Tað gjørdist SÍ sum vann streypafinaluna í D14 í kvøld við einum 2-0 sigri á Fleyr.
Settini endaðu 25-14 og 25-16.

SÍ - steypavinnari 2017 í D14
 



G12 - vinnari: SÍ
=============

Fyrsta steypafinalan í flogbólti er farin av bakkastokki í morgun. Hetta var dysturin í Gentum 12, sum var ímillum KÍF og SÍ.

Tað gjørdist SÍ sum vann gullið, meðan KÍF fór avstað við silvurinum. Dysturin endaði 2-0 við hesum settúrslitum: 9-25 og 15-25.

SÍ, steypavinnari í G12 2017
SÍ - steypavinnari 2017 í G12
 

KÍ, silvur í steypakappingini í G12 2017
KÍF - silvurvinnari í steypakappingini 2017 í G12