Innbjóðing til úttøkuvenjing: U19 gentur og U20 dreingir

Í mai mánaði verður CEV Small Nations U20-kapping fyri dreingir í Føroyum og fyri U19 gentur í Íslandi.

U19 Gentur:
Vit fara nú undir at fyrireika okkum til hesa kapping og bjóða tí øllum leikarum, sum eru føddir í 2002 ella seinni, til úttøkuvenjing í Stórhøll sunnudagin 02. februar kl. 13.00-15-00 og í Gundadalshøllini sunnudagin 09. februar 16.00-18.00.

Venjari verður Romica Øster.

Aftaná hesar venjingar verður ein bruttohópur úttikin. Tað er tí av alstórum týdningi, at allir leikarar møta til hesar venjingar. Um leikari ætlar at luttaka, og ikki kann møta, skulu boð sendast á Messenger til Romica Øster.

Vit fara at heita á feløgini um at senda teir leikarar, sum tit meta hava møguleika at gera seg galdandi á U19 landsliðnum. Vit vænta, at tit úti í feløgunum kenna leikararnar allarbest, og tí vita tit best hvørjir leikarar eiga at luttaka. Vit ynskja at síggja flest møguligar leikarar, fyri at úttaka ein so sterkan hóp sum gjørligt. Tó er týdningarmikið, at leikararnir, sum møta, eru á nøkulunda sama støði, so allir koma til sín rætt undir venjingini.

 

U20 Dreingir:
Vit fara nú undir at fyrireika okkum til hesa kapping og bjóða tí øllum leikarum, sum eru føddir í 2001 ella seinni, til úttøkuvenjing í Stórhøll leygardagin 01. februar kl. 09.30-11.30 og í Gundadalshøllini sunnudagin 09. februar 13.00-15.00.

Venjarar verða Rajko Petrovic og Hans Simonsen.

Aftná hesar venjingar verður ein bruttohópur úttikin. Tað er tí av alstórum týdningi, at allir leikarar møta til hesar venjingar, og um tað ikki ber til at møta, skulu boð sendast til Hans Simonsen á messenger ella á telefonnr. 21 37 56.

Vit fara at heita á feløgini um at senda teir leikarar, sum tit meta hava møguleika at gera seg galdandi á U20 landsliðnum. Vit vænta, at tit úti í feløgunum kenna leikararnar allarbest, og tí vita tit best, hvørjir leikarar eiga at luttaka. Vit ynskja at síggja flest møguligar leikarar fyri at úttaka ein so sterkan hóp sum gjørligt. Tó er týdningarmikið, at leikararnir, sum møta, eru á nøkulunda sama støði, so allir koma til sín rætt undir venjingini.
 

Vinarliga

Venjararnir
Rajko, Romica og Hans.