Kunning um nýstovnaða flogbóltsskúlan hjá FBF
Góðu tit øll,
Kunning um nýstovnaða flogbóltsskúlan hjá FBF
Flogbóltsskúlin, ið byrjaði 5. nov., hevur fingið sera góða móttøku, t.v.s., tað eru nógvar tilmeldingar, um enn ikki líka nógvar í øllum aldursbólkum. Tá ið tað er sagt, hava eisini verið nógv, ið hava víst misnøgd við ymiskt í sambandi við skúlan. Niðanfyri skulu vit royna at útgreina støðuna nærri.
Kunningin í punktum:
1. Eystur og Vestur
2. Venjingarstøð
3. Venjingardagar og -tíðir
4. Kostnaður og venjing
5. U-landsliðini
6. 2025 - U16
7. Fyri øll
8. Royndartíð
9. Langtíðarætlan, vónir.
10. Vitjan / kunning
1. Uppdeiling í Eystur og Vestur varð gjørt fyri at gera tað lættari/styttri hjá leikarum at ferðast til einstøku venjingarnar. Tá tað gerst heilt greitt, hvussu undirtøkan verður í einstøku aldursbólkum, verða hesir bólkarnir helst tillagaðir.
Hetta fer tí at gerast greiðari sum frálíður.
2. Sum tit øll vita, so er trupult at fáa hallir, og tað hevur tað eisini verið fyri Flogbóltsskúlan. Tað hevur eisini verið serliga trupult, tí vit ikki hava vitað, hvussu nógvir luttakarar eru í hvørjum einstøkum aldursbólki, og tí hava vit til allar venjingar bílagt ríkiligt av plássi. Aftur her fer hetta at verða lættari, tá luttakaratalið er meira kent, og endaligi tørvurin á hallum og vøllum er kent.
Eisini hetta fer tí at verða greiðari, sum tíðin líður.
3. Leygardagur er valdur, fyri at tað skal verða gjørligt hjá suðuroyingum og sandoyingum at møta í minsta lagi ta einu ferðina um vikuna. Týsdagur er valdur, tí flestu feløg venja ikki týsdag, og harvið verður gjørligt hjá teimum, ið ikki kunna leygardagar, at møta eina ferð um vikuna. Venjingartíðirnar eru framvegis sera tengdar at nær vit fáa pláss ið hallunum. Vit høvdu sera gjarna viljað lagt fastar tíðir og hallir fyri allar bólkar, men tað er ikki møguligt sum er. Frá byrjan og til nýggjárs verður at rokna sum royndartíð, og vónandi kunnu vit gera fleiri betringar seinni.
4. Feløgini eru kunnað um kostnaðin, og eisini er avtalað, at suðuroyingar og sandoyingar einans skulu gjalda hálvan prís, vælvitandi at tað ikki ber til at venja týsdagar hjá teimum flestu, serliga teimum yngru. Hugsanin er ikki, at onnur fáa avsláttur.
5. Fyri líknandi flogbóltsskúlar í grannalondum okkara er tað vanliga eitt krav at luttaka á skúlanum, um leikari ynskir at verða úttikin til U-landsliðini. Orsøkin er, at tað mesta av U-landsliðsarbeiðinum verður flutt inn á flogbóltsskúlan, tí hetta gevur venjarunum møguleika fyri at fylgja leikarunum yvir langa tíð.
Áður hevur tað verði vanligt at hava eina ella tvær úttøkuvenjingar fyri U-landsliðini. Tá var tað soleiðis, at vildi illa til, ein var sjúkur, ella bara illa fyri, ella ikki kundi møta, ja so bleiv ein nokk ikki úttikin til hópin. Við at fylgja leikarunum yvir longri tíð fáa leikararnir betur tjans at vísa, at teir eru nóg góðir til landsliðini uttan at dagsformurin verður avgerðandi, og venjararnir fáa høvi til at arbeiði við einum munandi størri hópi í longri tíð.
Tað, at verða partur av einum skúla gjøgnum eitt heilt kappingar ár, gevur fleiri leikarum møguleikan at vera við, og eisini at kunna vísa menning í tíðarskeiðnum.
Tað skal sláast heilt fast, at tað IKKI er at krav, at leikarar skulu møta til allar venjingar á flogbóltsskúlanum fyri at verða úttikin til eitt U-landslið. Venjararnir vita, hvørjir leikarar eru tilmeldaðir og fylgja leikararunum tá hesir møta, og venjararnir vita eisini, at leikarar onkuntíð ikki kunnu møta orsaka av siglingartíðum hjá Smyrli ella Teistanum, orsaka av dysti í egnum felagi, orsaka av venjinum í egnum felagi ella annað.
6. Tað er eingin loyna, at vit hava nevnt árstalið 2025 fleiri ferðir. Tá eru Føroyar vertur fyri endaspælinum í Eurovolly U16 fyri gentur. Hetta merkir, at føroyskt U16 lið fyri gentur skal leika í einum endaumfari – t.d. ímóti Italia, Serbia, Pólandi ella øðrum londum, sum koma víðari frá undankappingunum. Tí er neyðugt at byrja at fyrireika hetta U16 landsliðið longu nú. Ætlanin er at gera hetta fyri bæði gentur og dreingir.
Tað merkir ikki, at U16 landsliðini verða úttikin nú, men at arbeitt verður miðvíst við hesum aldursbólkum, sum eru føddir í 2010 og seinni, soleiðis at vit hesi næstu árini kunnu koma fram til tvey U16 landslið, sum eru góð, og sum kunnu leggja lunnar undir fleiri góð landslið frameftir.
Tí hevur tað eisini sera stóran týdning, at vit fáa so nógv av hesum aldursbólkum til flogbóltsskúlan sum gjørligt longu nú.
7. Nú hava vit nevnt U-landsliðini fleiri ferðir. Tað hevur eisini týdning at sláa fast, at flogbóltsskúlin er fyri øll! Hann er til tey sum vilja á landsliðini, og hann er til tey sum vilja mennast sum flogbóltsleikarar, og hann er fyri tey, sum bara vilja hava tað stuttligt.
Venjararnir eru greiðir yvir hetta og venjararnir eru klárir til hetta.
Fyri flogbóltin hevur tað sera stóran týdning, at vit eru 100% tilvitað um, at á flogbóltsskúlanum er pláss fyri øllum, har er tørvur á øllum og har er rúmd fyri øllum!
8. Tíðin frá byrjan av skúlanum og til 1. januar er ætlað sum ein royndartíð. Hetta skal geva okkum meira innlit í undirtøkuna runt landið, soleiðis at tað skal verða lættari frameftir at leggja skúlan til rættis viðvíkjandi venjingartíðum, venjingarhallum o.s.fr.
9. FBF hevur haft nógv hugskot uppi at venda viðv. Flogbóltskúlanum.
Hugskot er at halda flogbóltslegur, sum ætlandi skulu verða í Suðuroynni ella á Sandoynni og at ferðast kring landið við venjingartoyminum – serliga til Suðuroy og Sandoy. Hetta er framvegis í stoypiskeiðini og hoyra vit fegin frá feløgum um onnur hugskot, soleiðis at vit kunnu byrja at seta onkur av hesum í verk so skjótt sum gjørligt.
Okkara vón er, at tilmeldingarnar til skúlan halda fram, og undirstrikast skal, at ongin freist er fyri nær meldast kann til. Ongin verður ov seinur!
10. FBF ætlar at vitja feløgini í næstum fyri at greiða nærri frá og svara møguligum spurningum hesum viðvíkjandi. Vit seta okkum í samband við tykkum og avtala nærrri tíð.
Vónandi kann hetta hjálpa uppá ella rætta nakrar misskiljingar, ið hava verið nú í byrjanani, og tit eru altíð vælkomin at seta spurningar beinleiðis til okkum, heldur enn á øðrum miðlum.
Vinarliga
Fyri FBF
Boban Ilic, boban@fbf.fo, tel. 252786
Menningarleiðari, Ítróttarligu ábyrgdina.
Menningarleiðari, Ítróttarligu ábyrgdina.
Jana Jakobsen. jana@fbf.fo, tel. 218766
Samskipari, hallarbílegging o.a.
Samskipari, hallarbílegging o.a.