122 lið til Vitus-kapping í Klaksvík
Um vikuskifitið skipar Mjølnir fyri barna- og ungdómskapping í Klaksvík. Kappingin byrjar fríggjakvøldið og spælt verður bæði leygardagin og sunnudagin í báðum ítróttarhøllunum í Klaksvík.
Flogbóltskappingin hevur heitið Vituskappingin og er stuðlað av BankNordik.
Íalt eru 120 lið við í kappingini, so fleiri hundrað børn og ung koma at fáa sveittan fram í Klaksvík hetta vikuskiftið.
Fríggjakvøldið spæla gentur U16 og U19 eins og dreingir U15 og leygardagin spæla gentur U12, U14 og kvinnuunglingar og dreingir U12, U17 og mansunglingar.
Sunnudagin spæla øll flogbørnini frá level 0 til level 3.
Kappingin hevur sera stóran týdning fyri tey ungu, tí vinnarin av kappingini fær eitt pláss í steypafinaluni, sum verður í Havn hin 24. februar 2018.
Kappingaryvirlitið sæst á google-rokniarki her (tekur eina løtu at loada).