120 lið til Vituskapping í Klaksvík
Um vikuskiftið verður stór ungdómskapping í flogbólti í Klaksvík - heili 120 lið hava teknað luttøku, og leikt verður í øllum aldurbólkum frá flogbørnum til kvinnu- og mansunglingar.
BankNordik er høvuðsstuðul, og kappingin hevur navnið Vituskapping 2019.
Byrjað verður longu fríggjakvølið og hildið verður á til sunnukvøldið. Størsti aldurbólkurin er gentur 12, har til samans 22 lið hava teknað luttøku.
Sostatt verða fleiri hundrað børn í Badmintonhøllini og KÍ høllini um vikuskiftið.
Kappingin hevur sera stóran týdning fyri tey ungu, tí vinnarin av kappingini fær eitt pláss í steypafinaluni, sum verður í Havn hin 2. og 3. mars 2019.
Annars eru liðini býtt soleiðis millum feløgini:
Mjølnir: 15
ÍF: 10
Ternan: 12
KÍF: 13
Fleyr: 22
Dráttur: 9
SÍ: 18
TB: 10
B71: 11