Gul og reyð kort: dagføring til okkara dómarar

Ein lítil dagføring til okkara flogbóltsdómarar í sambandi við gul og reyð kort

Tá vit sum 1. dómarar hava ábyrgdina av einum dysti, er tað sera umráðandi, at vit leiða dystin so væl vit kunnu. Tað er altíð gott, at eingin leggur til merkis, hvør dømdi, men hinvegin, um neyðugt, so mugu vit gera brúk av teimum tólum, okkum eru fallin í lut.

Um ivamál stinga seg upp soleiðis, at vit fáa ein keðiligan atburð frá leikarum og venjarum, skulu vit sjálvandi royna at sissa tropparnar, áðrenn hetta veksur í vavi.

Verður neyðugt at deila okkurt kort út, skulu vit sjálvandi gera hetta, eftir teimum reglum, sum eru galdandi.

Tað gula kortið skal brúkast sum ein ábending um, at alt liðið, uttan mun til hvør fær kortið, nú hevur fingið ávaring, áðrenn tað reyða kortið kemur á loftið.

Tað er umráðandi at minnast til, at tað gula kortið bert kann brúkast einsamalt einferð í dystinum til hvørt liðið. Eftir hetta er straffurin minimum reytt kort, og straffurin veksur altíð “eitt stig” til sama leikara. Tað merkir, at um liðið hevur fingið tað gula kortið, og ein leikari ger okkurt, sum er til eitt kort, skal viðkomandi hava minimum reytt kort. Um sami leikari aftur ger okkurt, sum er til kort, fær viðkomandi nú útvísing fyri settið, og reyða og gula kortið, skal vísast í somu hond, o.s.fr...

  Atburður
Reytt kort (gevur 1 stig til mótstøðuliðið)   Ófólkaligur
Reytt/Gult kort saman (útvísing fyri settið) Ónærisligur (Ljót orð ella ljótur atburður)
Reytt/Gult hvør sær (útvísing fyri dystin)  Ágangandi (Hóttan ella álop)

Tað er altíð dómarin, sum avger, hvar á stiganum ein straffur er.


Við dómarakvøðu

Jan Hentze
limur í dómarabólkinum