Mannagongd fyri dystir í Meistaradeildini

Reglugerð í sambandi við leikan av dystum í meistaradeildunum
 

§ 1
Dystir í meistaradeildini í føroysku landskappingini og steypakappingini skulu fremjast sambært hesum rætningslinjum. 

§ 2
Tíðarætlanin fyri flogbóltsdystir, sum byrjar 60 minuttir áðrenn dysturin byrjar, er soleiðis: 

 

Tíð

Slag

Dómarauppgávur

Uppgávur hjá heimafelagnum

60 minuttir áðrenn dysturin byrjar

Koma

Dómararnir møtast við tí, sum hevur ábyrgdina hjá felagnum og sum fyriskipar dystin.

Tann, sum hevur ábyrgdina av at fyriskipa dystin, syrgir fyri, at høllin, vøllurin og alt rundan um verður gjørt klárt til dystin.

 

Um so er, at serlig tiltøk skulu fyriskipast í sambandi við dystin, sí niðanfyri.

35 minuttir áðrenn dysturin byrjar

 

Dómararnir koma til vøllin í dómaraklæðum

 

 

Um so er at E-score verður nýtt, er hetta startað upp.

 

Mikrofonir verða kannaðar og gjørdar klárar.

 

Netið er klárt, t.v.s. hæddin er gjørd klár, antennur eru settar upp o.a.

 

4 dystarbóltar eru klárir við skrivaraborðið.

32 minuttir áðrenn dysturin byrjar

 

Dómararnir kanna dystarbóltar, møguliga elektroniskar máltalvur og aðra neyðuga útgerð.

Tann, sum hevur ábyrgd hjá fyriskipandi felagnum, er til staðar at hjálpa, um so er, at okkurt manglar.

30 minuttir áðrenn dysturin byrjar

 

Dómararnir eftirkanna netið, hædd, uppspenning, síðubond og antennur.

 

Hetta kann gerast áðrenn, um tað er møguligt.

Skrivarar, bóltabørn og turkarar møta við skrivaraborðið.

 

 

Vegleiðing av hjálparfólkum fer fram.

Liðseðlar verða avleveraðir til skrivaran, sum byrjar at klárgera E-score. Verða vanligir dómaraseðlar nýttir, verður dómaraseðilin útfyltur av liðunum, sum skulu leika.

19 minuttir áðrenn dysturin byrjar

Hjálpararnir til dystin verða representeraðir

1. dómari floytar leikararnar út av vøllinum, og leikararnir skulu eftir hetta vera í dystarklæðum.

Speakarin presenterar bóltabørn og turkarar.

18 minuttir áðrenn dysturin byrjar

Lutakast

1. dómari floytar fyri lutakasti.

 

Liðførararnir møtast við skrivaraborðið við dómarunum, og lutakastið fer fram.

 

1. dómarin fráboðar skrivaranum úrslitið.

Aftaná lutakastið kanna og góðkenna liðførararnir E-score/dómaraseðilin. 2. dómarin fylgir við hesum og hevur ábyrgd av, at hetta verður gjørt.

17 minuttir áðrenn dysturin byrjar

Almenna upphitingin byrjar

1. dómarin gevur við floyti loyvi til at almenna upphitingin byrjar.

 

Tað verður floytað eftir 5 minuttir fyri at skifta síðu og eftir 10 minuttir fyri at tað kann servast í 2 minuttir.

Bóltafólkini hjálpa til við at samla bóltar upp.

 

Speakarin byrjar presentatiónina av leikarunum.

13 minuttir áðrenn dysturin byrjar

 

2. dómarin biður liðini um 2 stk. uppstillingsseðlar pr. lið. Verður dysturin vístur í sjónvarpinum, skulu 3 uppstillingsseðlar pr. lið latast dómaranum.

Skrivarin fær eitt eksemplar av uppstillingsseðlinum og skrivar inn í E-score/dómaraseðilin.

 

Speakarin/sjónvarpið fær eitt eksemplar av uppstillingsseðlinum.

5 minuttir áðrenn dysturin byrjar

Upphitingin er liðug

1. dómarin floytar fyri at tann almenna upphitingin er liðug.

Bóltafólk og turkarar fara uppá pláss.

4 minuttir áðrenn dysturin byrjar

Presentatión av dystinum

Dómarin og liðini samlast á síðulinjuni framman fyri beinkirnar. 1. dómarin kallar við at floyta tey tvey liðini inn á banan, har holdini stilla seg upp mitt eftir egnari banahelvt parallelt við síðulinjuna.

 

Øll við front móti

1. upptøkutólum og

2. áskoðarunum.

 

1. dómarin floytar aftan á presentatiónina, og dómararnir fara yvir til skrivaraborðið. Liðini samlast við netið fyri at heilsa uppá hvønn annan áðrenn dystin.

Speakarin presenterar:

  • Dystin,
  • liðføraran hjá útiliðnum og venjaran og
  • liðføraran hjá heimaliðnum og venjaran.

3 minuttir áðrenn dysturin byrjar

 

Dómararnir stilla upp mitt á bananum til presentatiónina. Eftir hetta fara dómararnir uppá pláss.

Speakarin presenterar:

  • 1. dómara
  • 2. dómara.

2 minuttir áðrenn dysturin byrjar

 

2. dómarin avleverar 2 av bóltunum til bóltafólkini.

 

2. dómarin kontrollerar, at start 6’arar/7’arar eru klárir til innrenning.

Speakarin presenterar í nummarraðfylgju tey, sum byrja fyri útiliðið, og síðani tey, sum byrja fyri heimaliðið.

1 minutt áðrenn dysturin byrjar

 

2. dómarin kannar uppstillingarnar hjá liðunum.

 

2. dómarin avleverar bóltin til tað liðið, sum skal byrja at serva.

Skrivarin eftirkannar uppstillingarnar hjá liðunum og fráboðar við 2 strektum armum upp í loft til 2. dómaran, at skrivarin er klárur.

Dystartíðspunkt

Dystarbyrjan

1. dómarin floytar til servu.

 


Við settskifti:
Bóltafólkini hava allar tríggjar bóltarnar í pausunum millum settini og við time-out. Við møguligum fimta setti verður ein bóltur avleveraður til 2. dómaran.

Við endan av einum setti og seinast 2 minuttir áðrenn næsta sett byrjar verða uppstillingsseðlar avleveraðir til 2. dómaran, sum gevur hesar víðari til skrivaran.

Kampbóltarnir mugu ikki brúkast av leikarunum til upphiting millum settini, eins og bóltafólkini ikki mugu leika við bóltarnar.

Pausan millum settini varir í 3 minuttir.

Eftir 2½ minutt av pausuni floytar 2. dómarin, og tey tvey liðini fara beinleiðis inn á vøllin frá síðulinjuni og uppá pláss á bananum.

 

§ 4
Við einum møguligum 5 setti:

Liðførarin og dómarin møtast við skrivaraborðið, har lutakast fer fram.

Eftir 2½ minutt av pausuni floytar 2. dómarin, og tey tvey liðini fara beinleiðis inn á vøllin, har tey inntaka plássini.

 

§ 5

Eftir at dysturin er liðugur:
Tá dysturin er liðugur, møtast dómararnir við dómarastólin.

Leikararnir samlast við netið og takka hvørjum øðrum og dómaranum fyri dystin.

Venjararnir takka dómarunum og venjaranum hjá mótstøðuliðnum fyri dystin.

Skrivarin ger E-score/dómaraseðilin lidnan.

Liðførararnir og venjararnir takka dómaranum fyri dystin, og liðførararnir góðkenna úrslitið av dystinum við E-score kotuni hjá liðnum/við at undiskriva dómaraseðilin.

Skrivarin ger E-score lidna/undirskrivar dómaraseðilin endaligt. Dómarin góðkennir úrslitið av dystinum við E-score kotu/undirskrivar dómaraseðilin.

Heimaliðið skal beint eftir dyst senda mynd av dómaraseðilinum til: urslit@fbf.fo 

Umframt hetta skal dómaraseðilin sendast í serligum brævbjálva til FBF 


§ 6
Møgulig eyka tiltøk í sambandi við dystin:

Um felag ynskir at hava eyka tiltøk í sambandi við dystin, t.d. innleyp, kjósan av besta leikara, kappingar o.s.fr., skal hetta vera avtalað við dómararnar og mótstøðuliðið seinast ein tíma áðrenn dystarbyrjan.

  • Upp til dystarbyrjan kann protokollin suspenderast í upp til 5 minuttir.
  • Settpausa kann leingjast upp til 2 minuttir.
  • Aftaná dystin kann protokollin leingjast upp til 3 minuttir.

§ 7
Í leikøkinum eru bert netstengur og dómarastólur loyvd.

Netstengurnar skulu setast fastar uttan stuðulsveirar, og netstólparnir skulu vera polstraðir.

Útskiftingsbeinkir/stólar, skrivaraborð, teknisk útgerð sum t.d. netkamera og líknandi skal vera uttan fyri leikøkið.


§ 8
Áskoðarar kunnu uppihalda seg frítt á teimum uppstillaðu ella fastmonteraðu áskoðaraplássunum.

Áskoðarar, sum eru plaseraðir aftan fyri útskiftingsbonkin/stólarnar, skulu uppihalda seg minst ein metur frá teimum persónunum, sum eru partur av dystinum.


§ 9
Allar linjur skulu vera 5 cm breiðar og í einum liti, sum atskilir seg týðiliga frá litinum á leikøkinum.

Uppstrikingin skal fylgja almennu reglunum fyri flogbólt.


§ 10
Gólvflatan skal vera jøvn og sløtt í øllum leikøkinum. Gólvið skal vera av træ, kunsttilfari ella líknandi. Gólv av einum tilfari, sum kann vera til vanda fyri leikararnar, má ikki brúkast. Gólvið skal vera uttan hvassar kantar ella annað, sum kann vera til vanda fyri leikararnar.


§ 11
Útskiftingsleikararnir skulu hita upp (uttan bólt) uttan fyri leikøkið.

§ 12
Eitt frítt leikøki á 19 m í breiddini og 31 m í longdini skal verða tøkt, uttan so, at FBF hevur givið serstakt loyvi til eitt minni leikøki.  Hetta merkir 5 m frá síðulinjuni og 6,5 m frá baklinjuni.


§13
Reklamuskelti, bandar og líknandi skulu standa uttanfyri leikøki.

Flogbóltssamband Føroya hevur rætt til 9 reklamur á 3 metrar langar og 1 metur høgar til møguligan sponsor fyri deildina ella líknandi, eins og Flogbóltssamband Føroya kann avgera, hvar hesar reklamurnar skulu plaserast.

 

§ 14
Netið skal vera samsvarandi teimum almennu flogbóltsreglunum.


§ 15

  1. Mátistokkur av metall ella træ. Nethæddirnar skulu vera týðiliga merktar á mátistokkinum.
  2. Dómarastólur, sum skal kunna stillast í hæddini. Dómarastólurin má ikki vera til vanda fyri leikararnar ella dómararnar.
  3. Skrivaraborð við stólum, sum skal setast beint við vøllin mótsett 1. dómaranum og uttan fyri leikøkið.
  4. Stigatalva, sum annaðhvørt kann vera elektronisk ella eitt vendisystem, sum er plaserað á skrivaraborðið.
  5. Útskiftingsbeinkir/stólar verða stillaðir uttan fyri leikøkið á hvørjari síðu av skrivaraborðinum, soleiðis at tað plássið, sum er næst skrivaraborðinum, er á hædd við álopslinjuna.
  6. Klútar/svabarar ella líknandi til at turka gólvið.
  7. Linjudómarafløgg, um so er, at linjudómarar verða nýttir.
     

§ 16

Felagið, sum hevur heimadystin, hevur harafturat ábyrgd av, at hetta er til staðar:

  1. Telda til E-score/dómaraseðil.
  2. Egnan liðseðil og uppstillingsseðlar.
  3. Kúlupennar.
  4. 4 kampbóltar, sum eru góðkendir.
  5. Minst 20 bóltar til upphiting av sama merki og typu sum kampbóltarnir.
  6. Bóltpumpa.
  7. Kotu til góðkenning av E-score, um so er, at hetta verður nýtt.

 

Útiliðið hevur ábyrgd av hava:

  1. Egnan liðseðil.
  2. Egnar uppstillingsseðlar.
  3. Kotu til góðkenning av E-score, um so er, at hetta verður nýtt.

 

§ 17

  1. Internetatgongd skal vera, um so er, at E-score verður nýtt.
  2. Internetatgong við kápli skal verða tøk til upptøkutólini hjá Flogbóltssamband Føroya
  3. Góður pallur til upptøkutólini hjá Flogbóltssamband Føroya skulu verða tøk
  4. Møguleiki skal vera fyri nøktandi tali av sitiplássum til áskoðararnar við góðum útsýni yvir vøllin.
  5. Áskoðarar skulu hava møguleika fyri at keypa kaffi, drykkivørur, góðgæti o.s.fr.
  6. Frásøgufólk skal vera undir dystinum
  7. Hóskandi tónleikur skal verða í leiksteðgunum
  8. Liðini skulu hava egið umklæðingarrúm við møguleika fyri at fara undir brúsu/í bað. Umklæðingarrúmið skal vera atkomiligt undir øllum dystinum.
  9. Pláss skulu goymast til fjølmiðlarnar, og møguleiki skal vera fyri internetatgongd hjá fjølmiðlunum.  

 

§ 18
Hallir, sum skulu brúkast til flogbólt í framtíðini, skulu vera tilpassaðar fylgjandi viðurskifti:

Høllin skal vera minst 25 metrar í breiddini og minst 35 metrar í longdini.

Hæddin til loftið skal vera minst 9 metrar fyri harrar, og ljósstyrkin skal vera minimum 1.000 lux.

Um nýggjar hallir skulu byggjast, kunnu feløgini og kommunurnar við fyrimuni seta seg í samband við Flogbóltssamband Føroya fyri ráðgeving.
 


Soleiðis samtykt av starvsnevndini tann   12 / 6 - 2022

 

stuðlar