Føroyameistarin Dráttur í steypafinaluni
Steypafinalan, kvinnur:
Stigatalvan gevur ábendingar um eitt hálvavegnað miseydnað ár, men soleiðis sær venjarin als ikki uppá tað. - Vit hava gjørt stórar broytingar á liðnum í ár, og eru tí sera væl nøgdar við at hava spælt okkum í steypafinaluna
Fyri sjeyndu ferð í søgu felagsins, er Dráttur í steypafinaluni í kvinnuflogbólti.
Kvinnurnar úr Sandavági og Miðvági vóru í báðum teimum fyrstu flogbóltsfinalunum, men tær taptu báðu ferð móti Mjølnir. Trý ár seinni, í 2004, vóru tær aftur í finaluni, hesaferð móti TB, men enn einaferð endaði tað við ósigri.
Tað var ikki fyrr enn í fjórðu royndini, at tað brast fyri nev. Í 2007 spældu tær finalu móti KÍF, og tá endaði javna finalan við einum 3-2 sigri til Drátt. Síðan tá hava tær verið í tveimum finalum, í 2007 móti SÍ, sum tær taptu og í 2015, tá tær vunnu á TB.
Nógv broytt lið
Í fjør gjørdi Dráttur aftur bart, tá tær vunnu triðja meistaraheitið í søgu felagsins. Fyrstu ferð Dráttur vann meistaraheitið var í 2001 og aðru ferð var í 2006.
Men tað er ikki sama liðið, sum spælir í landskappingini í ár, sigur venjari felagsins.
- Nei, liðið er nógv broytt frá í fjør. Tí eru vit komnar seint ígongd. Fleiri leikarar hava verið burtur frá av ymsum orsøkum, av tí sama eru fleiri, sum eru komnar seint í gongd, og tað sæst sjálvandi á spælinum, sigur Elisabeth S. Rasmussen.
Kemur tað so óvart á tykkum, at tit komu í finaluna?
- Nei, tað vil eg tó ikki siga. Vit hava eitt gott lið, hóast broytingarnar. Vit hava bara brúkt ta tíð, sum vit skuldu, fyri at koma hertil. Vit hava bygt omaná alla tíðina, og tí eru vit sum so nøgd, hóast vit altíð kundu havt klárað okkum betur, sigur hon.
Eru við fyri at vinna
Skulu vit taka útgangsstøði í landskappingini, so er einki at ivast í, at Fleyr er favorittur.
Liðið liggur nógv fremst í landskappingini, men vit hava áður sæð, at tað ikki er nøkur trygd fyri, at liðið vinnur steypafinaluna.
Elisabeth S. Rasmussen letur eiheldur nakran iva vera um, at hennara lið fer eftir sigrinum móti oddaliðnum í landskappingini.
- Sjálvandi fara vit tað. Vit eru við fyri at vinna kappingar, og tí fara vit sjálvandi eisini eftir sigrinum, tá vit fara á vøllin leygardagin, sigur hon.
Stór aldursspjaðing
Tá kjakast skal um kjansir, verður ofta hugt eftir, hvussu liðið er samansett.
Tá kann hyggjast eftir hædd og tali av landsdystum, og eisini kann hyggjast eftir aldri.
Hyggja vit eftir hesum síðsta fyrst, so sæst, at talan er um eitt lið við rímiliga stórari aldursspjaðing. Elsti leikarin er 38 ár, tann yngsti er 19. Tríggir leikarar eru eldri enn 30, og tveir eru beint undir. Tað vil so siga, at talan er um rættiliga royndar leikarar, sum fara á vøllin fyri Drátt leygardagin.
Tað sama ger seg galdandi, tá hugt verður eftir landsdystum. Hóast tann sum hevur spælt flestar dystir, "bara" hevur spælt 15 landsdystir, so eru seks leikarar, sum hava umboðað Føroyar í altjóða dystum. Eisini tað hevur stóran týdning.
Spurningurin er so, um tað er nóg mikið til at koppa Fleyr. Tað fáa vit at síggja leygardagin.