Føroyar - Kypros; Sofía besti leikari

Hóast tað ikki eydnaðist Føroyum at vinna á Kýpros í dag, so gjørdist tað tó ein føroyskur leikari, sum var besti leikari á vøllinum.
 
Hetta gjørdist Sofía Purhús, sum fekk 14 stig, og sostatt var frammanfyri tríggjar leikarar hjá Kypros. 5. besti leikari gjørdist Anja Sonnadóttir Danielsen, sum fekk 11 stig.


Men hetta var ikki nokk fyri Sofíu, tí hon var eisini besti áleypari í dystinum, sambært statistikkinum. Hon hevði 11 vinnandi bóltar framman fyri tveir leikarar hjá Kýpros, og so var Anja á 5. plássi við 8 vunnum bóltum.

 

Besti servari hjá Føroyum var Sóley M. Poulsen, sum endaði á triðja plássi, meðan Anja Sonnadóttir Danielsen endaði sum nr. 2 í móttøku-statistikkinum við 16% av perfektum móttøkum - aftanfyri David Christiana, sum hevði eitt móttøku prosent upp á 47, sum er framút gott.
 
Meira kann lesast um hetta á http://www.cev.lu/Competition-Area/MatchPage.aspx?ID=928&mID=30135
 
Í morgin (leygardagin) spæla føroysku flogbóltskvinnurnar ímóti Íslandi kl. 13,00, sum í dag tapti 3-1 ímóti Skotlandi.
 
Dysturin verður stroymdur á http://www.rtl.lu/sport/1047909.html