Eva Winther Nagata: Krevjandi og gevandi – svarar til tvey fulltíðarstørv
”Eg havi lært at raðfesta og at leggja mær tíðina væl til rættis”, sigur Eva Winther Nagata úr Hoyvík, sum hevur spælt flogbólt uttanlands í seks ár – fimm ár í bestu donsku deildini og eitt ár í Kanada.
Hon mælir avgjørt øðrum føroyskum leikarum til, um høvi býðst, at bjóða seg fram at spæla uttanlands.
Eva spælir við ASV Elite, og tær liggja á fjórða plássi í bestu donsku kappingini, og leygardagin 19. mars spæla tær fjórðingsfinalu ímóti Brøndby, ið liggur fremst í kvinnudeildini í Danmark.
Hetta er fimta árið hjá Evu í bestu donsku deildini, og hon hevur harumframt spælt eitt ár í College-deildini í Kanada.
Flogbólturin fyllir nógv í gerandisdegnum, og at síggja tímatalvuna eina vanliga viku hjá Evu kann gera tey flestu pøst:
Venja fýra kvøld um vikuna umframt styrkivenjing tvær ferðir. Mánakvøld er videofundur og hóskvøld taktikkfundur. Harafturat koma so dystir um vikuskiftini. Og eftirsum ASV Elite er einasta liðið í Jútlandi, er eisini nógv ferðing í sambandi við dystirnar, sum fara við einum heilum degi um vikuskiftini. Eitt lið í deildini er í Odense og fimm lið á Sælandi, so langt er at koyra til útidystirnar.
Harafturat kemur so krevjandi lesnaður í búskaparfrøði við uppgávum og próvtøkum, sum har til hoyra.
Eva Winther Nagata - her fyri Fleyr, aftanfyri uttast vinstrumegin
Gevur yvirskot
Hetta er fimta árið hjá Evu í fremstu donsku deildini, og hon lesur búskaparfrøði á fjórða semestri á universitetinum í Århus.
“Tað ber væl til at sameina flogbóltskarrieruna og lesnaðin”, sigur Eva, “og mann megnar nógv meira, enn mann heldur. Man lærir at planleggja og at gera beinharðar raðfestingar – venja, lesa, sova og eta. At ganga í býnum ber til viðhvørt, hóast nógvar veitslur eru forsømdar hesi árini”, viðgongur Eva. Men tað sosiala lívið í sambandi við lestrarlívið verður eisini raðfest, og tað skilja liðfelagarnir væl.
Tað, at flogbólturin setir dagsskránna, kann tó sjálvsagt blíva eitt sindur hart viðhvørt. Allur gerandisdagurin og allar feriur verða løgd til rættis eftir flogbóltinum.
Men fer hon at rokna allar upplivingarnar við, eru tær bæði nógvar og góðar, sigur Eva og nevnir lesnað í Kanada, oyggjaleikir, háskúlauppihald, fyri ikki at gloyma øll vinabondini, hon hevur knýtt gjøgnum flogbóltin.
”Eg havi sera nógv góð vinfólk her í Jútlandi, og flestu teirra kenni eg gjøgnum flogbóltin”, sigur hon. Mann skal ikki gloyma, at Danmark er eitt lítið land, so øll í donsku ”flogbóltsfamiljuni” kennast so ella so.
Eisini í Kanada hevur Eva nógv vinfólk og skal í vár til Vancouver í brúdleyp hjá einari vinkonu har.
Spældi fyrst hondbólt
Eva spældi annars mest hondbólt, inntil hon 14 ára gomul fór á ISI, ítróttareftirskúlan í Ikast.
Hon spældi við H71 og eitt ár í Kyndli. Men gentuhondbólturin var ikki tá – eins og nú – nóg høgt raðfestur í Hoyvík. Og veðrið var ov vánaligt til at spæla fótbólt, flennir Eva.
Hon var eisini – einans trettan ára gomul – úttikin til U17 landsliðið í flogbólti, og tað var kul og øgiliga motiverandi. So tá umsóknin skuldi sendast ISI, valdi hon flogbóltslinjuna framum hondbólt.
Meðan Eva gekk í Hoydølum, spældi hon við Fleyr og var eisini á teimum ymsu ungdómslandsliðunum, og so skjótt húgvan var komin á høvdið, gekk leiðin aftur til Ikast at spæla.
Flogbóltsklubburin í Ikast var júst komin upp í bestu deildina, og venjarin bað Evu koma at spæla við teimum. Samstundis gekk hon á ítróttaháskúlanum í Ikast – á Crossfit linjuni – so hetta árið var nógv venjing.
Úr Ikast gekk leiðin til grannabýin Århus at spæla á besta liðnum har. Samstundis suppleraði Eva alis- og evnafrøði, tí ætlanin var at lesa medisin í Århus.
Tá vóru brádliga boð eftir henni at koma til Vancouver í Kanada at spæla við liðnum hjá universitetinum har. Har fekk hon boðið eitt sokallað scholarship til universitetið.
Hetta tilboðið var ov gott at siga nei til, so Eva flutti til Vancouver at spæla í College Liguni og samstundis lesa business administration.
Tá fyrsta kappingarárið var liðugt, fór Eva heim at halda summarfrí og arbeiða, og ætlanin var altíð at fara aftur til Vancouver og spæla eitt ár afturat. Men orsakað av koronu slapp hon ikki avstað aftur.
”Hetta var ein smeitur, tí eg vildi so fegin havt tikið eitt ár ella tvey afturat í Kanada”, sigur Eva.
So tað bleiv til ASV Elite og búskaparfrøði í Århus, og tað hevur Eva ikki angrað! Hóast hon eisini hevði hugsað um Keypmannahavn sum lestrarbý, bleiv tað Århus.
“Tey flestu føroysku vinfólkini eru í Keypmannahavn, og tey sakni eg”, sigur hon.
“Men eg vildi helst spæla her, og her havi eg eisini sera nógv vinfólk, sum eg kenni úr Ikast. Í roynd og veru hava tær flestu á liðnum gingið á eftirskúlanum ISI í Ikast”.
Spurd, hvar henni so hevur dámað best at spæla, er svarið Kanada:
”Tað var stuttligast í Kanada. Tí alt gekk upp í eina hægri eind”, sigur hon. Hon spældi fyri univeristetið, og allur lesnaðurin varð tí planlagdur eftir flogbóltinum. Venjingar um morgunin, dystir um vikuskiftið og sera gott samanhald, tí tær somu genturnar vóru saman alla tíðina. So tað var ein heildaruppliving, sum var ómetaliga góð”, sigur Eva.
Hinvegin heldur hon, at í Danmark er flogbólturin sera professionelt skipaður, so tað er eisini ein fragd at spæla har.
Samanumtikið heldur Eva tað vera ógvuliga gevandi fyri føroyskar flogbóltsspælarar at royna at spæla uttanlands, og hon vil mæla øllum til at royna hetta, um og tá eitt høvi býðst. Tað kann sjálvsagt tykjast møtimikið at finna eitt nýtt lið og rætta støðið, men danski flogbóltsheimurin er í roynd og veru lítil, og mann skal rokna við, at øll eru sera hjálpsom.
Tað gevur heilt víst eisini føroyskum flogbólti nógv, um føroyskir leikarar fáa royndir uttanlands, og til dømis heldur Eva, at tað sæst í dag, at nógv ung fáa royndir á eftirskúlum.
Í Føroyum eru ikki so nógv lið, og man fær skjótt eina kenslu av, at man hevur spælt móti teimum somu alt sítt lív.
”Og so er tað altíð gott at fáa íblástur aðrastaðni frá”, heldur Eva Winther Nagata, og leggur afturat:
”Um onkur fegin vil í gongd, men ikki rættiliga veit, hvussu frægast er at byrja, eru tey vælkomin at ringja til mín. Eg rætti teimum fegin eina hjálpandi hond”.