Kappingarskipanin 2019/2020

Dagført 31. okt:

Ein broyting er gjørd, síðani vit løgdu rokniarkið út í gjár. Broytingin er, at Mjølnir hevur tikið liðið úr D15. Nýggj skrá er løgd og sæst á her á heimasíðuni undir D15.


30. okt.:
So vóru vit endiliga við kappingarskipanini fyri allar deildir. Vit hava hugt at teimum ynskjum, sum feløgini komu við, og hava roynt at ganga so nógvum á møti, sum gjørligt.

Fyri yngri deildir verður heimilað feløgunum sjálvum at royna at finna loysnir viðv. flytingum, um tað er neyðugt. Boðið FBF frá hesum flytingum. Tað er krav.

Dystir í Meistaradeild verða bara fluttir, um so er, at heilt serligar umstøður gera seg galdandi so sum ódn, andlát ella annað heilt serligt. 


Leggið til merkis, at: 

B71 er komið inn í G14 bólk 2 fyri ÍF, sum er farið úr G14 bólki 2
Ternan er farin úr G14 B1
ÍF er farið úr G16
KÍF c er farið úr G16
ÍF er farið úr D17