Meistaradeildin hjá monnum skiftir navn til MG Wenzel-deildina
Besta deildin í flogbólti við monnum fer frá nú av at hava heitið MG Wenzel-deildin.
Meistaradeildin við monnum skiftir nú navn til MG Wenzel deildin. Flogbóltssamband Føroya hevur í nøkur ár haft eitt fyrimyndarligt samstarv við Wenzel samtakið. Wenzel hevur nú gjørt av, at besta deildin við monnum nú skal kallast MG Wenzel-deildin og fær hendan broytingin virknað beinanvegin.
MG Wenzel-deildin fór í gongd fyri einum mánaði síðani, og har hevur Fleyr longu lagt seg klárt á odda við at vinna fýra teir fyrstu dystirnar.
Besta kvinnudeildin fer áhaldandi at hava navnið Hotel Djurhuus-deildin.