U17 NEVZA, gentur
U17 genturnar í fjórðingsfinaluni eftir sigur á Onglandi

Seinnapartin í dag vunnu føroysku U17 genturnar 3-1 á Onglandi og hava sostatt leikt seg í fjórðingsfinaluna. Settúrslitini vóru 25-18, 25-15, 23-25, 25-21.

Í fjórðingsfinaluni møta Føroyar Íslandi. Dysturin verður spældur mikudagin kl. 10.00. 

Allir dystirnir kunnu síggjast á http://www.volleytv.dk (krevur møguliga skráseting, men er ókeypis).