U17 NEVZA 2016 - samanumtøka:
Dreingirnir endaðu við enn einum sigri; genturnar argaðu Svøríki

NEVZA-kappingin er av á hesum sinni. Hjá bæði gentum og dreingjum eydnaðist Finnlandi at vinna og harvið staðfesta støðu sína sum sterkasta Norðurlandið í flogbólti.


Møguligt er at síggja dystirnar aftur frá NEVZA kappingini.

Sjónvarpsrásin hjá Volleyball Danmark hevur níggju dystir (finalurnar og bronsudystirnir hjá dreingjum verða tøkir um stutta tíð).
Sí dystirnar á http://zibrasport.dk/volley/page/20

Dystirnir í gentukappingini verða tøkir í ein mánað á:
http://livestream.com/accounts/15606148 (hetta leinkið tykist ikki at rigga). 

Níggju dystir frá dreingjakappingini síggjast á:
https://www.youtube.com/c/KennetRusbjerg/live

Hópin av myndum frá kappingini eru at síggja á:
https://www.facebook.com/nevzau17

 

Genturnar argaðu Svøríki
Eftir fína dystin fyrradagin ímóti Onglandi skuldu føroysku genturnar í gjár royna at halda stílin, tá ið Svøríki stóð hinumegin netið. Og tað kann ikki annað sigast, enn at tað gjørdu tær. Serliga í fyrsta setti, sum var púra javnt alla tíðina.

iðið var nakað broytt frá dystinum ímóti Onglandi, men tær sum komu inn stóðu seg sera væl. Spælið gekk væl og fleiri ferðir eydnaðist at blokka svensku álopini. Men heilt á mál komu genturnar ikki og taptu settið 23-25. Í hinum settunum var gongdin nógv tann sama, hóast tey ongantíð gjørdust heilt so jøvn sum hetta fyrsta.

Sera góð kapping hjá dreingjunum
Føroysku dreingirnir hava staðið seg sera væl. Tveir sigrar er tað blivið til. Fyrst 3-2 á Onglandi í einum ómetaliga spennandi dysti. Og á síðsta leikdegnum var tað Noreg, ið mátti lúta fyri føroysku dreingjunum í eini sannari føroyskari maktuppvísing, sum byrjaði eftir eitt vánaligt 1. sett, sum Noreg vann stórt.

Men eftir tað lótu føroysku dreingirnir ongantíð Noreg sleppa inn aftur og vunnu trý tey næstu settini. Seinastu løtuna í 4. setti stóð nógv á, men ein av heilt stóru føroysku leikarunum, Oskar í Haraldstovu Weihe sveik ikki, tá ið hann fekk góða heving frá Jónfinni Hansen, og hann dundraði bóltin í gólvið. Tá var lag á monnum. 

Tað er langt síðan, at eitt føroyskt U17 dreingjalandslið hevur staðið seg so væl sum hetta í NEVZA-kappingini og vunnið tveir dystir. Og í øllum hinum dystunum hevur føroyska liði staðið seg væl. Fleiri av hesum leikarunum fara nú við U19 landsliðnum til Kettering í Onglandi, har teir skulu dystast ímóti somu londum. U19 kappingin er í døgunum 26. – 31. oktober.

Niðanfyri eru øll úrslitini og endaliga støðan í kappingni; genturnar fyrst og síðani dreingirnir: 
 


NEVZA U17 gentur í Ikast, Danmark 17.-20. oktober 2016: 


Bólkur C: Føroyar, Danmark, Finnland og Ongland
Bólkur D: Ísland, Noreg og Svøríki

Gevið gætur, at tíðirnar eru danskar!

Dagur Dagfesting Kl. Nr. Lond Úrslit 1. sett 2. sett  3. sett 4. sett 5. sett
Mándagur 17. okt. 18:00 G1 Finnland-Danmark 3-0 25-19 25-09 25-18    
Mándagur 17. okt. 20:00 G2 Ongland Føroyar 3-0 25-14 25-18 25-13    
Týsdagur 18. okt. 08:30 G3 Ísland-Noreg 1-3 25-19 11-25 08-25 14-25  
Týsdagur 18. okt. 10:15 G4 Finnland-Føroyar 3-0 25-05 25-11 25-08    
Týsdagur 18. okt. 12:00 G5 Ongland-Danmark 3-2 21-25 25-17 21-25 25-23 15-12
Týsdagur 18. okt. 13:45 G6 Svøríki-Noreg 1-3 18-25 20-25 25-21 21-25  
Týsdagur 18. okt. 15:30 G7 Danmark-Føroyar 3-0 25-13 25-11 25-23  

 

Bólkur C M Set W/L Rank P. Set Quo W.P. L.P Point Quo
1 Finnland 3 9 0 3 9 Max 225 111 2,027
2 Ongland 3 6 5 2 5 1,2 223 222 1,005
3 Danmark 3 5 6 1 4 0,833 223 229 0,974
4 Føroyar 3 0 9 0 0 0 118 225 0,524

 

Bólkur D M Set W/L Rank P. Set Quo W.P. L.P Point Quo
1 Noreg 2 6 2 2 6 3 190 142 1,338
2   Svøríki  2 4 3 1 3 1,333 159 146 1,089
3 Ísland 2 1 6 0 0 0,167 108 169 0,639


Gevið gætur, at tíðirnar eru danskar!

Dagfesting Kl. Nr. Lond Úrslit 1. sett 2. sett 3. sett 4. sett 5. sett
Mik 19. okt. 10:00 G10 1/4-finala 1: Ong-Ísl 2-3 25-27 25-16 21-25 20-25 05-15
Mik 19. okt. 12:00 G11 1/4-finala 2: Svø-Dan 1-3 22-25 25-23 22-25 22-25  
Mik 19. okt. 15:00 G12 Tapari G10-4C: Ong-Før 3-1 25-22 21-25 22-25 25-22  
            Onkur lítil villa í settúrslitunum Sí hesa síðu (leinki)
mik 19. okt. 17:00 G13 1/2-finala 1: Nor-Ísl 3-0 25-18 25-19 25-11    
mik 19. okt. 19:00 G14 1/2-finala 2: Fin-Dan 3-0 25-14 25-19 25-18    
Hós 20. okt. 09:00 G15 5. - 7. pláss: Svø-Før 3-0 25-23 25-14 25-16    
Hós 20. okt. 11:00 G17 3. pláss: Ísl-Dan 0-3 07-25 20-25 20-25    
Hós 20. okt. 13:00 G16 5. - 7. pláss: Ong-Svø 0-3 12-25 20-25 21-25    
Hós 20. okt. 13:30 G18 Finala: Nor-Fin 1-3 25-23 26-28 14-25 20-25  

Ósamsvar er ímillum summi úrslit her (serliga settúrslit) og úrslitini á Facebook-síðuni hjá NEVZA her

Kapping um 5-7 pláss M Set W/L Rank P. Set Quo W.P. L.P Point Quo
5 Svøríki 2 6 0 2 6 Max 150 95 1,579
6 Ongland 2 3 4 1 3 0,750 149 153 0,974
7 Føroyar 2 1 6 0 0 0,167 120 171 0,702

 

 

Endaliga støðan:
Nr. 1: Finnland
Nr. 2: Noreg
Nr. 3: Danmark
Nr. 4: Ísland
Nr. 5: Svøríki
Nr. 6: Ongland
Nr. 7: Føroyar



 

NEVZA U17 dreingir í Ikast, Danmark 17.-20. oktober 2016: 

Bólkur A: Føroyar, Danmark, Noreg og Ongland.
Bólkur B: Finnland, Ísland og Svøríki

Gevið gætur, at tíðirnar eru danskar!

Dagur Dagfesting Kl. Nr. Lond Úrslit 1. sett 2. sett  3. sett 4. sett 5. sett
Mándagur 17. okt. 18:00 B1 Danmark-Ongland 3-1 26-24 25-15 21-25 26-24  
Mándagur 17. okt. 20:00 B2 Noreg-Føroyar 3-1 25-20 25-21 23-25 26-24  
Týsdagur 18. okt. 09:00 B3 Finnland-Ísland 3-0 25-23 25-18 25-21    
Týsdagur 18. okt. 10:45 B4 Danmark-Føroyar 3-0 25-14 25-12 25-22    
Týsdagur 18. okt. 12:30 B5 Noreg-Ongland 1-3 25-16 13-25 22-25 19-25  
Týsdagur 18. okt. 14:15 B6 Svøríki-Ísland 3-0 25-17 26-24 25-19    
Týsdagur 18. okt. 16:00 B7 Ongland-Føroyar 2-3 26-24 16-25 25-20 25-27 09-15
Týsdagur 18. okt. 17:45 B8 Danmark-Noreg 3-0 25-21 25-14 25-13    
Týsdagur 18. okt. 19:30 B9 Finnland-Svøríki 3-1 22-25 25-10 25-13 25-18  

 

Bólkur A M Set W/L Rank P. Set Quo W.P. L.P Point Quo
1 Danmark 3 9 1 3 9 9 248 184 1,348
2 Ongland 3 6 7 1 4 0,857 280 288 0,972
3 Noreg 3 4 7 1 3 0,571 226 256 0,883
4 Føroyar 3 4 8 1 2 0,5 254 275 0,924

 

Bólkur B M Set W/L Rank P. Set Quo W.P. L.P Point Quo
1 Finnland 2 6 1 2 6 6 172 128 1,344
2 Svøríki 2 4 3 1 3 1,333 142 157 0,904
3 Ísland 2 0 6 0 0 0 122 151 0,808

Gevið gætur, at tíðirnar eru danskar!

Dagfesting Kl. Nr. Lond Úrslit 1. sett 2. sett 3. sett 4. sett 5. sett
Mik 19. okt. 10:00 B10 1/4-finala 1: Ong-Ísl 3-0 25-20 25-15 25-19    
Mik 19. okt. 12:00 B11 1/4-finala 2: Svø-Nor 3-0 25-16 25-15 25-15    
Mik 19. okt. 15:00 B12 Tapari B10-4A: Ísl-Før 3-0 25-15 25-23 25-22    
Mik 19. okt. 17:00 B13 1/2-finala 1: Fin-Ong 3-0 25-20 25-19 25-22    
Mik 19. okt. 19:00 B14 1/2-finala 2: Dan-Svø 1-3 25-21 18-25 18-25 20-25  
Hós 20. okt. 09:00 B15 5.-7. pláss: Nor-Før 1-3 25-16 18-25 12-25 22-25  
Hós 20. okt. 11:00 B17 3. pláss: Ong-Dan 0-3 21-25 18-25 15-25    
Hós 20. okt. 15:00 B16 5.-7. plás: Ísl-Nor 1-3 23-25 21-25 25-21 21-25  
Hós 20. okt. 15:30 B18 Finala: Fin-Svø 3-1 25-14 22-25 25-16 25-21  

 

Kapping um 5-7 pláss M Set W/L Rank P. Set Quo W.P. L.P Point Quo
5 Ísland 2 4 3 1 3 1,333 165 156 1,058
6 Noreg 2 4 4 1 3 1,000 172 181 0,950
7 Føroyar 2 3 4 1 3 0,750 151 151 1,000


Endaliga støðan:
Nr. 1: Finnland
Nr. 2: Svøríki
Nr. 3: Danmark
Nr. 4: Ongland
Nr. 5: Ísland
Nr. 6: Noreg
Nr. 7: Føroyar