U19 kvinnulandsliðið endaliga úttikið

Eftir venjingarnar hetta vikuskiftið er úttøkan til U19 kvinnulandsliðið endaliga avgreidd, og tær 12, sum skulu umboða Føroyar í NEVZA kappingini í Kettering í Onglandi í døgunum 26. - 31. oktober, eru funnar. Tær 12 eru:

ÍF: Anna Larsen

TB: Sára Maria Johansen

Dráttur: Petra Sunadóttir Hansen, Anna Sunadóttir Hansen, Barbara Herdalur Poulsen, Bettieyð Ellingsgaard

Fleyr: Magnhild Jacobsen, Jórunn Elisdóttir Wang, Anna Gøthe Magnusdóttir

SÍ: Sissal Ellefsdóttir 

Ikast KFUM: Eva Winther Nagata, Súsanna Ludvig