Tað nýggjasta er “kavaflogbóltur”. - Vetrar OL?
Nógv verður gjørt fyri at fáa tær ymisku ítróttargreinirnar fram í ljósið. Seinasta nýggja er, at farið er miðvíst undir at marknaðarføra kavaflogbólt.
Eitt av endamálunum er helst eisini at fáa hesa ítróttargreinina við í vetrar-OL í framtíðini.
Á hesum leinki hjá FIVB er ein filmur frá einum dysti og ein samrøða við prins Albert II úr Monaco, sum tosar um kavaflogbóltin.
Hetta frábrigdi av flogbólti er ikki roynt í Føroyum enn, sum verulig kapping, tó at vit hava sæð føroyingar spælt kavaflogbólt áður (fbf.fo/em-i-kavaflogbolti), men møguleikin er her til tíðir.